Havnar sjúkrakassi fekk 123 ár

Seinasta fríggjadag var seinasti avgreiðslu­dagur hjá Havnar Sjúkrakassa. Kl. 13 lat hann aftur eftir at hava virkað síðan 1886

Vit vóru inni á gólvinum hendan seinasta dagin hjá sjúkrakassanum og fingu eitt prát við nøkur av starvs­fólkunum. Tað var sjálvsagt við sorgblídni, at lykilin varð snaraður um seinasta ferð.
Ikki bert var hetta ein drúgvur partur av føroysku samfelagssøguna, sum fór í søguna. Men hjá starvs­fólkunum hevur hetta eisini verið ein stórur partur av teirra lívi. Tey hava arbeitt í sjúkrakassanum 20-25 ár. Hann hevur tískil verið eitt gott arbeiðspláss, sum tey nú eru uppsøgd úr.
Tað er eingin ivi um, at sjúkrakassarnir hava havt ein ovustóran týdning fyri fólkið í Føroyum, og fara vit at nýta høvið at greiða eitt sindur frá teirra søgu.
»Tey frísku skulu rinda fyri tey sjúku«
Teir fyrstu sjúkrakassarnir tóku seg upp í Danmark aftaná 1850, og teir vóru grundaðir á, at “tey frísku skuldu rinda fyri tey sjúku.”
Fyrstu ferð spurningurin um sjúkrakassar kemur upp í Føroyum er á fundi í Thorshavns Totalaf­holds­forening í 1885, men tá skuldi sjúkrakassi bert vera fyri egnar limir. Meira hendi ikki tá.
Í 1886 verður spurning­urin um sjúkrakassa tikin upp á fundi í Thorshavns Arbejd­erforening. Hug­skotið fær stóra undirtøku, og samtykt verður at inn­kalla til al­­menn­an fund um málið.
Fyrstu ferð sjúkrakassin alment verður nevndur er í Dimmalætting nr. 49 fyri 4. desember 1886, har tað er soljóðandi lýsing:

Arbejderforeningen.
Ekstraordinær General­forsamling afholdes Søndag den 12te December Kl. 5.
Forhandlingsgenstand: Oprettelse af Sygekasse

Thorshavns Arbejder­for­ening var ikki nakað fak­felag sum so, men heldur eitt áhugafelag, sum skuldi skuldi taka sær av sosialum viðurskiftum hjá arbeið­ar­um.
Tað vóru heldur ikki arbeiðarar, sum stjórnaðu felagnum. Formaður var apo­tekarin Olaf Finsen, sum eftir at hava virkað sum apotekari í Keyp­manna­havn hevði sæð, hvønn týdning sjúkra­kassarnir høvdu fyri tey, sum vóru ringast fyri í samfelagnum.
Á hesum fundi varð samtykt at seta sjúkrakassa á stovn saman við Thors­havns Totalafholdsforening. Endaliga samtyktin er gjørd á fundi 19. desember 1886, sum verður roknaður sum stovningardagur hjá sjúkra­kassanum.
Tað verður sett ein 8 mannanevnd at koma við uppskoti um viðtøkur fyri kassan. Í hesi fyrireik­ing­arnevnd komu:
Nevndarlimir í Thor­s­havns Arbejderforening: Olaf Finsen, apotekari, H.C. Olsen, keypmaður og P.C. Johannesen, arbeiðs­takari.
Nevndarlimir í Thor­shavns Totalafholds­for­ening: C.C. Danielsen, spar­kassastjóri, Djóni Isaksen, málari, Eliesar Andreassen, fiskimaður, H.N. Jacobsen, bókahandlari og Ole Mortensen, timburmaður.
Hesir fingu afturat sær: Eliesar Jacobsen, fulltrúa, Jacob Lützen, keypmann og Rasmus Effersøe, blaðstjóra.
Hetta hava alt verið menn, sum hava verið so mikið væl fyri, at teir kundu klára seg uttan sjúkrakassa. Men tað var teirra sosiala medvit, sum hevur fingið teir at vera við í hesum arbeiði.
Fyrireikingarnevndin hevur eisini gjørt skjótt av, tí longu tann 2. januar 1887 varð uppskotið til viðtøkur lagt fram. Á hesum fundi verður eisini samtykt, at fyri at sjúkrakassin kundi koma at virka, skuldu vera 50 limir. Tað gingu bert fáir dagar, tá vóru 54 limir teknaðir.
Tann 16. januar var stovnandi aðalfundur í almúguskúlanum úti á Reyni. Møttir vóru 26 limir. Endurskoðað uppskot til viðtøkur varð samtykt. Síðan varð vald nevnd og grannskoðarar.
Í nevndina komu Djóni Isaksen, i Geil, R.C. Effersøe, H.C. Olsen, Jacob Lützen og Ole Mortensen.
Grannskoðarar vóru: A.W. Restorff, keypmaður, og lærarin C.L. Johannesen. Aftaná skipaði nevndin seg við Djóna Isaksen sum formanni og Rasmus Effer­søe sum kassameistara.
Virkaði sum dagpengaskipan
Í viðtøkunum varð ásett, hvussu sjúkrakassin skuldi virka. Treytin fyri at koma inn í kassan var, at limurin var undir 50 ár og hevði eina góða heilsustøðu.
Tað bar eisini til at koma inn sum stuðulslimur, sum ikki skuldi “nyde godt af Sygekassen.” Hetta mundi vera ætlað teimum væl­stillaðu, sum vildu stuðla tiltakinum.
Mánaðarliga limagjaldið var 30 oyru. Sjúkrakassin hevur eisini verið eitt slag av dagpengaskipan, sum rindaði endurgjald fyri mista inntøku undir sjúku og helvtina av læknahjálp og heilivági.
Í 1905 gjørdi sjúkrakassin fyrstu ferð sáttmála við ein lækna, nevniliga Hilmar J. Fridericia. Hann skuldi hava samsýning samb. tí lógaruppskoti sum var um gjald fyri føroyskar sjúk­lingar. At taka eina tonn kostaði 1 kr, og gjaldið fyri at hjálpa til við føðing var 10 kr.
Inntil 1906 var einki goldið í ómaksløn fyri sjúkrakassaarbeiðið, men nú skuldi kassameistarin hava 10% av teirri upphædd, sum læknin fekk.
Sjúkrakassin gjørdi nógv­ar royndir at fáa hann stats­góðkendan. Hetta eydnaðist í 1911 við tí statsstuðli sum hetta merkti. Tá kom eisini rættulig kapping um medi­sinsølu millum apotek­ar­arnar Olaf Finsen og Johs. Djurhuus. Teir yvirbjóðaðu hvønn annan við sømdum til sjúkra­­kassan, men tað endaði við, at Johs. vann, og at Finsen fór av landinum.
Meginfelag stovnað
Í 1912 var Havnar Sjúkra­kassi saman við øðrum sjúkra­køssum við til at stovna Meginfelagið av sjúkra­køssum. Hóast tað bert vóru sjúkrakassar í fýra bygdum, var brúk fyri einum samskipandi megin­felagi, eisini fyri eggja til at fleiri sjúkrakassar vórðu stovnaðir. Longu í 1914 vóru 17 sjúkrakassar, í 1920 vóru 31, og í 1930 gjørdist sjúkrakassin í Hesti/Koltri tann seinasti av 38 sjúkrakøssum í meginfelagnum.
Limatalið var eisini hesa tíðina nógv uppgangandi hjá sjúkrakøssunum. Lima­talið í Havn var 295 í 1913 og í 1936 var tað farið upp um 2.000. Fyri alt landið var hækkingin frá 633 til 13.721 í sama tíðarskeið.
Kempan Peter Jensen aftur á odda
Ein týðandi persónur eisini í meginfelagnum var kempan Peter Jensen, sum kom til Føroyar at agitera móti brennivínssølu í 1907. Hann verður annars mest settur í samband við mjólka­forsýningina og losju­rørsl­una. Men hann var eisini ein av oddamonnunum innan sjúkrakassarørsluna.
Hann var við til at stovna ein fráhaldssjúkrakassa, sum meira verður greitt frá í komandi parti í røðini Hendur ið Sleptu. Tá ið fráhaldssjúkrakassin varð lagdur saman við Havnar Sjúkrakassa gjørdist Peter Jensen formaður fyri samanlagda sjúkrakassan. Hann gjørdist eisini fyrsti formaður í Meginfelagið av sjúkrakøssum og fær høvuðsheiðurin fyri, at sjúkrakassaskipanin kom at virka so væl, sum hon gjørdi. Peter Jensen var eisini stovnari og nevnd­ar­limur í Føroya Felag móti Tuberklasjúku, sum fekk bygt eitt heilt sjúkrahús!
Aðrir kendir sjúkrakassa­menn í Havn hava verið Jógvan Rasmussen og Harry S. Johansen.
Megnaði at lækka umsitingarkostnaðin pr. lim
Tað er sjálvsagt nógv meira, sum kundi verið sagt um sjúkrakassarnar og Havnar Sjúkrakassa. Teir hava øll hesi árini havt stóran týdning fyri sosialu trygdini í Føroyum. Framtíðin hjá sjúkrakøssununum hevur ofta verið uppi og vent. Innanhýsis hevur spurn­ingurin verið reistur, um sjúkrakassarnir í størri mun skuldu vera fólksins umboð í heilsupolitikki. Nógvir landsstýrismenn í almanna­-málum hava havt sum setning at avtaka sjúkra­kassarnar, og nú er tað so eydnast.
Vónandi verður hetta tann bati, sum boðað er frá. Men tað er í hvussu er vist, at hetta merkir meira “topp­stýring”, meðan tað framm­anundan vóru vald umboð, sum stýrdu sjúkra­kassarnar.
Havnar Sjúkrakassi hevði eitt umfatandi virksemi virksemi, nú hann varð afturlatin. Í 2008 var umsetningurin um 50 mill. kr. Størsta útreiðslan var til heilivág, 21 mill. 12 mill. krónur fóru til vanliga læknahjálp. Tað hava verið um 12 ymsar stuðuls­skipanir. Umsitingin kost­aði 2,6 mill ella umleið 5% av umsetninginum. Tað verður neyvan gjørt bíligari.
Umsitingarútreiðslan fyri hvønn njótandi lim er enntá 3% minni í 2008 enn í 2003, meðan stórt sæð allar aðrar útreiðslur eru hækk­aðar, summir munandi.
Tað er spell, at tað skuldi laga seg so, at øll henda servitan hjá sjúkrakassanum ikki skuldi koma eini kom­andi Heilsutrygd til góðar.
Men hann umboðaði so eina týdningarmikla tæn­astu fyri vanliga fólkinum í øll hesi árini. Tað skal so ikki verða gloymt.