Seinasta sunnudag var ein heldur óvanlig hjúnarvíglsa í Østjyllands Statsfængsel. Tá varð Peter Lundin, sum nú hevur broytt navn til Bjarne Skounborg, giftur einari ungari føroyskari kvinnu undir einum loyniligum hátíðarhaldi. Sosialurin veit, hvør unga kvinnan er, men tað hevur ikki verið møguligt at fáa viðmerking frá henni, áðrenn blaðið fór prentingar.
Tey fleiri munnu tó kennast við navnið Peter Lundin. Hann varð tann 5. mars í 2001 dømdur lívlangt fongsul fyri at hava myrt kvinnuna, sum hann livdi saman við, og tveir synir hennara, umframt fyri ósømiliga handfaring av líkunum. Undan hesum dóminum varð hann longu í 1991 dømdur 20 ára fongsulsrevsing í USA fyri at hava myrt mammu sína, men varð longu á sumri í 1999 leyslatin vegna plásstrot í amerikanska fongslinum og útvístur til Danmarkar.
Vitjar mannin í fongslinum
Unga havnargentan lesur námsfrøði í Danmark, og tá Ekstra Bladet royndi at fáa viðmerkinar frá henni til hennara hjúnarlag við Peter Lundin, svaraði hon, at tey møttust, tá hon skuldi gera eina uppgávu til lesnaðin, og at so fullu tey fyri hvør øðrum.
- Eg eri ikki sjúkliga besett eftir at vera saman við einum drápsmanni. Tað snýr seg bara um tvey menniskju, sum elska hvønn annan, sigur unga kvinnan, sum nú er gift við Peter Lundin, við Ekstra Bladet.
Hon vitjar javnan mannin í fongslinum, og har er eisini gjørligt hjá teimum at vera saman í einrúmi. Hóast fangavørðarnir greiddu frá teirra ótta fyri hennaru trygd, avvísir hon sjálv at hon skal vera í vanda. Útsagnirnar hjá fangavørðunum eru grundaðar á, at Peter Lundin er kendur fyri at hava ein sera aggressivan seksualitet, og tí at hørð ljóð vóru hoyrd úr einrúminum, sum varð avlurtað. Sjálv avvísir hon hetta.
- Hann er ikki tað ódjórið, tit vilja gera hann til, og tey klask, sum tit skriva um í dag. Kunnu tit als ikki ímyndatykkum, at tað bara var sex? Segði unga kvinnan við Ekstra Bladet tann 30. september.
Vil hava børn
Unga gentan er úr Havn, og eigur frammanundan eitt barn, sum nú býr hjá pápanum í Føroyum. Men hugsast kann, at hon fær børn saman við Peter Lundin einaferð tíðini, tá tey nú eru vorðin gift.
Ein fangavørður í Østjyllands Statsfængsel upplýsti fyri Berlingske Tidende og Ekstra Bladet, at Peter Lundin, sum nú kallar seg Bjarne Skounborg, ofta hevur tosað um at blíva pápi, og at hann kann fáa rúmari ræsur við at blíva pápi, millum annað kann hann oftari fáa vitjan, og fær lættari við at verða leyslatin undir umsjón. Hann skal eftir øllum at døma hava sagt, at hann ynskir at fáa børn saman við nýggju konuni.
Um Peter Lundin
Peter Kenneth Bostrøm Lundin er føddur í Danmark, men tá hann var sjey ára gamal, fluttu foreldur hansara til USA. Í 1991 kvaldi hann mammu sína, Annu Lundin, og við hjálp frá pápanum pakkaði hann líkið í ein plastsekk og koyrdi tað 700 kilometrar frá heiminum í Maggie Valley í North Carolina út til feriustaðið Cape Hatteras á amerikansku eysturstrondini, har mamman varð jarðað. Átta mánaðir seinni varð líkið av Annu Lundin funnið, og hann varð dømdur 20 ára langan fongsulsdóm, sum tó seinni varð niðursett til 15 ár.
Í 1994 var hann við í einari danskari sending, »Dreymurin um Amerika«, har hann hevði málað aðra síðuna av andlitinum svarta, meðan hann las upp eina yrking um lívsins ljósu og myrku síður. Eftir sendingina fekk hann brøv frá fleiri donskum kvinnum, og einari av teimum giftist hann við.
Í samband við sendingina varð hann lýstur at fáa 39 stig á tí sokallaða »psykopat-tjeklistanum«, sum gongur frá 0 til 40. Hann varð also lýstur sum eyðsýndur psykopatur.
Tá hann varð útvístur úr Amerika, flutti hann saman við konuni í Keypmannahavn, men varð longu sama heyst tveittur út fyri konuberjing, og stutt eftir møtti hann Marianne Pedersen.
Myrdi og stykkjaði sundur damu og tveir dreingir
Peter Lundin helt eina tíð saman við Marianne Pedersen, áðrenn hann tann 16. juni í 2000 drap hana og báðar synir hennara, Dennis og Brian, sum vóru ávíkavist 10 og 12 ár, og stykkjaði tey síðani sundur.
Hann viðgekk til endans undir avhoyringunum, tær nærri umstøðurnar kring drápini. Hann viðgekk tá, at hann hevði skeldast við damuni, og at hann síðan breyt hálsin á henni og báðum synunum, tá hesir, eftir øllum at døma, royndu at hjálpa mammuni. Hann stykkjaði tey síðani sundur yvir fleiri dagar í garaguni, og kanningar av likamsrestum undir loftinum, og yvir 100 merki í gólvinum vístu, at hann hevði nýtt øks og vinkulslípara til hetta, og hann viðgekk síðani sjálvur, at hann koyrdi tey vekk í umleið 35 plastsekkum, og síðani koyrdi tey í ruskbingjur.
Eingi stykki av líkunu eru tó nakrantíð funnin, og lítil ivi er um, at hann hevur logið um, hvussu hann slapp sær av við líkini.
Stúrir ikki fyri lívinum
Útfrá hennara útsagnum til Ekstra Bladet, stúrir unga kvinnan ikki fyri hennara lív og heilsu. Eyðsýnt var hon sera rørd og ill yvir, at hon ikki kundi fáa frið frá miðlunum.
- Hví kunnu tit ikki bara lata okkum fáa frið, spurdi hon donsku journalistarnar. Tit vilja vita, um eg eri í vanda. Eg eri ikki bangin fyri honum. Halda tit bara, at hann drap hasi fólkini, tí hann helt tað var stuttligt. Halda tit at hann legði ætlan um at drepa tey?, segði unga kvinnan við journalistin hjá Ekstra Bladet.
Eftir hesum útsagnum at døma, hevur hon ongan trupulleika at fortíðini hjá nýggja manninum, og sum støðan er nú, kann hon vitja hann av og á í fongslinum, har tey kunnu vera saman í einrúmi og hava kynsliga samlegu, sum hon eisini viðgongur fyri Ekstra Bladet, at tey hava.