Sunnudagin hevur Havnarkórið tvær konsertir, eina á Toftum, og eina í Fuglafirði.
Skráin er umfatandi, og millum annað verða satsir eftir Knút Olsen, Eyðun á Lakjuni, Sunleif Rasmussen, Kára Bæk, Paula í Sandágerði og Leif Hansen. Eisini eru satsir til føroyskar tekstir eftir Vagn Homboe og John Høyby.
Av europeiskum kórsatsum er at nevna teir báðar gitnastu millum renaissancukomponistar: hollendingurin Orlando di Lasso og irtaliumaðurin G. P. da Palestrina, og kendasta týska tónleikanavnið undan Buxtehude og Bach: Heinrich Schutz, norska tónaskaldið Trond Kverno og danin Vagn Holmboe (við tekstum eftir svian Par Lagerkvist) og last but not least W. A. Mozart.
Konsertirnar eru ikki bara seinkaðar várkonsertir, men eisini royndarkoyring av skráum til uttanlandsferð í august: á Norðurlendska-Baltiska kórsrtevnu í Helsinki 22. - 25. august. Hetta er 8. kórfestivalurin av hesum slag. Havnarkórið varð í 2010 boðið við sum gestakór í Reykjavík, og skulu nú umboða Føroyar í líka føti við Estland, Letland, Litava, Finland, Noreg, Svøríki og Ísland. Eisini Grønland verður við hesaferð.
Á ferðini hevur Havnarkórið konsert í Samuelskirken í Keypmannahavn leygardagin 18. august kl. 16.00 og leggur síðan leiðina um Santa Pætursborg í Russlandi við eisini framførslum har.
Til konsertirnar sunnudagin verða tveir kórleiðarar, Leif Hansen og Ólavur Hátún.
Solistar verða Berghild Poulsen og Anne Mette Greve Klementsen, meðan Heðin Kamban hevur fylgispælið.