Havnarkórið við orkestri og solistum

Framførslur í Fríðrikskirkjuni og í Vesturkirkjuni

Nú her í várhálvuni hevur Havnarkóri fyrireikað seg til framførslu av enn einum av musikksøgunnar megnarverkum, og nú í morgin, mikudagin, og í ovurmorgin, Kristi himmalsferðardag, verða konsertir í Fríðrikskirkjuni og í Vesturkirkjuni. Talan er um Magnificat eftir Johannes Sebastian Bach, sum saman við Jóhannespassiónini, Matteuspassiónini og H-moll messuni er at meta sum eitt av máttmikjlastu tónaverkum úr hansara hondum.
Frá byrjan til enda myndar Magnificat eftir J.S.Bach lovsong Mariu moy á hennara boðanardegi. Teksturin er beinleiðis úr Halgubók (Lukas 1, 46-55), og tað eru byrjanarorðini "Magnificat anima mea Dominum" (Sál mín hálovar Harranum), sum hava givið hesum fagnaðarljómi sítt heiti. Eftir inngangandi 30 taktir við fullsettum orkestri - strúkarar, floytur, oboir, trompetir, cembalo og paukur - leggur 5-raddaða kórið í ovurgleði fyri við hesum orðum.
2. Við strúkarafylgispæli heldur yndisliga sopransoloin fram við "Frøtt seg hevur andi mín í Gudi, frelsara mínum". Trídeilda taktin er eyðkend fyri Bach í slíkari gleðisstund.
3. Í prýðiligum tóna-arabeski við continuostuðli frá celloini umkransa sopranin og obo d´damore tekstarorðini "Tí hann hevur hugt til lítilsvirði tænastukvinnu sínar". 4. Uttan slit heldur megnarkórið saman við træblásarum og strúkarum fram í fjórða parti við: "Tí sí, frá hesi stund munnu allar ættir sæla meg prísa".
5. "Tí at stórverk hevur hann mær gjørt, hin alvaldi, og heilagt er navn hans", syngur nú bass-solisturin, og við endurtakandi greiðum tónalag fylgir continuospælið honum á leiðini.
6. Í kenslubornari duett syngja alt og tenorur "Og miskunn hans varir ætt eftir ætt hjá teimum, sum óttast hann", meðan floytu- og strúkaratrio varisliga leggja sítt til í hesum friðsæla miskunnarljóði.
7. Við fullsettum orkestri og av fullum alvi gevur kórið nú ljóð fyri bíbliuorðunum "Hann veldisverk hevur útint vid armi sínum og hevur spreitt sundur hini hástóru í hugsan hjarta teirra".
8. Tónamálandi við fallandi lag boðar tenorsolisturin ógvisliga frá orðunum "Høvdingar hevur hann rindað úr hásæti niður", men ber so at enda fródliga uppeftir aftur við "og lítisverd setti hann hátt".
9. Eins og við fuglaljómi sveima floyturnar báðar yvir hugtakandi alt-soloini, sum boðar frá øllum tí góða, sum tey svøltandi hava í væntu, meðan einsligi pizzicato tónin í bassinum til seinast helst ímyndar tómleikan, sum verður lutur teirra múgvandi.
10. og 11. Yvir gitna kvinnukórinum "Suscepit Israel" hoyrist nú í oboini upprunaliga gregorianska lagið til magnificat-tekstin "Hann hevur tikið sær av Ísrael, tænara sínum, til tess at minnast miskunn sína", og mergjaða 5-raddaða fugan heldur fram "-eftir tí, sum hann talaði til fedra vára - móti Ábraham og avkomi hans allar ævir."
11. Upp í flestøll av sínum størru tónaverkuman festi Bach at enda á blaðið orðini "Soli Deo gloria", og máttmikið endar hann hendan sín fagnaðarljóm við liturgisku tekstarorðunum "Heiður veri faðiri, syni og halga anda", har hann við intensivum triolum fyrst leitar uppeftir móti tí himmalska, men hann letur halga andan eins og dala niður frá í erva. Til seinastu orðini "Sum tað var í fyrstuni soleiðis eisini nú og allar ævir. Amen." skapar tónaskaldið eina heildarkenslu við broti úr inngangandi tónleikinum.
Solistarnir
Berghild Poulsen hevur læraraprógv frá Føroya Læraraskúla við tónleiki sum linjugrein. Tíðliga gav hon til sjóndar sínar sertsøku songgávur. Hon hevur sungið nógv í kóri og tey seinastu mongu árini í Havnarkórinum. Í hesum umhvørvi kom hon í samband við úrvaldar sanglærarar sum André Orlowitz úr Póllandi og gitnu íslendsku operusangarinnuna Ólöf Kolbrún Harðardóttir. Í kórsins framførslum av størri verkum sum t.d. Skapanini eftir Haydn, Händels Messias og Ein deutsches Requiem eftir Johs. Brahms hevur Berghild Poulsen við sínum tónlistasinni og sínari kenslubornu rødd ikki smæðst burtur undir liðini á úrvaldum solistum uttan úr heimi.
Ofta eru boð eftir Berghild til solouppgávur hjá øðrum ljómliðum eisini, og eitt serligt tilknýti hevur hon havt til Tórshavnar Kamartrio.
Elsa Súsanna Dalsgaard tók diplomprógv í sangi á Det kgl. danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Sanglærarar hennara vóru John Gutman og Anne Nyborg.
Í Danmark starvaðist hon sum professionellur sangari í Radiokoret, Det kgl. Operakor og í Jysk Operakor. Síðan 2000 hevur hon havt fast starv í Den norske Operas Kor í Oslo.
Elsa Súsanna hevur havt solokonsertir ymsa staðni í Danmark, og hennara ljómandi rødd hevur eisini verið at hoyra á solokonsertum í Føroyum eitt nú í sambandi vid Summartónar. Tá Havnarkórið til sínar oratoriiframførslur hevur havt tørv á alt-sangara, hevur tað verið sum ein sjálvfylgja at heita á Elsu Súsonnu - soleiðis eisini til framførsluna av Händels Messias fyri seinastu jól.
Í komandi starvsári skal Elsa Súsanna Dalsgaard verða solistur í operunum Rigoletto og La Traviata eftir Verdi á Den norske Opera.
Hans Iversen tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1987 við m.ø. tónleiki sum linjugrein.
Fór undir víðari tónleikaútbúgving sama ár á Musikhögskolan í Göteborg og tók tónleikalæraraprógv haðani í 1991 við sangi sum aðalgrein. Hann hevur síðani virkað sum tónleikalærari, fyrst á Skrevøy í Norðurnoregi og seinastu fimm árini í Molde, har hann undirvísir mest innan tónleikalinjuna á Molde Videregående skole.
Hans hevur verið barytonsolistur í m.ø. "Förklädd Gud" eftir Lars Erik Larsson, "Requiem" eftir Gabriel Fauré og "Jólaoratoriinum" eftir J.S.Bach og hevur havt leiklutir í trimum operettum: Kongur í "Prinsesssen på ærten" í 1990, Sigismund í "Sommer i Tyrol" í 1997 og Freddy í "My fair Lady" í 1999.
Þorbjörn Rúnarsson byrjaði sum smádrongur í Skólakóri Garðarbæjar, helt fram í gitna framhaldsskúlakórinum Hamrahlíðarkórinn og hevur sungið í mongum úrvalskórum eftir tað.
Sumrini 1989-1992 var hann eitt av umboðum Íslands í World Youth Choir, har gávuríkir ungir sangarar úr øllum heiminum koma saman at syngja.
Þorbjörn hevur 5-ára songútbúgving, og millum lærarar hansara teljast mk.a. Siguður Dementz og W. Keith Reed. Umframt dagliga at undirvís á studentaskúlanum á Egilsstöðum hevur hann relguliga havt sínar operuleiklutir, eitt nú sum Tamino í Gandafloytu Mozarts og Almaviva í Rakaranum úr Sevilla eftir Rossini, og nú í summar skal hann syngja lutverk Ferrandos í Mo-zartsa Cosi Fan Tutte.
Þorbjörn Rúnarsson er í seinastum vorðin gitin sum oratoriisangari eisini og var m.a. aðal tenorsolistur, tá Havnarkórið fyri jól í 2000 framførdi Jólaoratorium J.S.Bachs í Gøtu Kirkju og í Norðurlandahúsinum.
Orkestrið er sett saman av føroyskum musikarum, teir flestu lærarar og næmingar í musikkskúlanum, og einstøkum tónleikarum uttanífrá. M.a. er konsertmeistarin eingin minni enn Peder Elbæk, fyrrverandi konsertmeistari í Radiosymfoniorkestret í Keypmannahavn, nú professari á Det kgl. danske Musikkonservatorium.
Onnur áhugaverd framførsla
Umframt Magnificat, sum man vera eindømi í tónleikasøguni um tætta framsagnarmegi og eldhugaðan boðskap, verður eisini onnur áhugaverd framførslu at hoyra á hesum konsertum Havnarkórsins. Talan er um fyrstuframførslu í Føroyum av trimum motettum, Veni Domine, Laudate pueri, og Surrexit pastor bonus, fyri kvinnukór og orgul eftir Felix Mendelssohn Bartholdy. Orgulfylgispælið hevur kendi danski tónleikarin Steen Lindholm.