Havnin fremst sum demenssvinarligur býur

 

Tá sjúkan demens rakar, er tað ikki bert tann einstaki borgarin, ið verður raktur av sjúkuni. Øll familjan, hjúnarfelagi, børn og onnur í nærumhvørvinum verða eisini ávirkaði av, at ein teirra gerst sjúkur/sjúk. Tí er tað umráðandi, at hond verður tikin um bæði tann einstaka og  alla familjuna, ið verður rakt av demenssjúku. Vit hava tíverri ongi nøktandi hagtøl, hvat viðvíkur fólkum við demenssjúkum í Føroyum, men samanbera vit okkum við grannalondini, so verður leysliga mett, at eini 800 føroyingar liva við demenssjúku í Føroyum í dag. Mett verður, at hetta talið fer at tvífalda upp í 1600 í 2040. Hetta er ein sera álvarslig avbjóðing, sum politiska skipanin skal taka í álvara.

 

Ì 2015 varð álit um demens  handað landsstýrinum. ”Gloymsk, men ikki gloymd”. Fólkaflokkurin fer í býráðnum at arbeiða fyri, at tann parturin, ið hevur við kommunala økið at gera, verður raðfestur, fíggjarliga sum menniskjaliga. Somuleiðis ynskir Fólkaflokkurin  eitt tætt samstarv við landsmyndugleikarnar á økjum, ið eru tvørsektoriel.   Hesi øki vil Fólkaflokkurin arbeiða fyri komandi 4 árini:

 

         Dagumlætting fyri minniveik útbyggjast við fleiri tímum í samdøgrinum.

         Umlættingarpláss fyri minnisveik.

         Raðfesta útbúgving av starvsfólkum, ið hava serkunnleika um demens.

         Heim fyri minnisveik skulu tryggjast. Atlit skulu takast at aldri,  og hvat slag av demens talan er um, eitt nú frontaldemens.

         Àbyrgdarpersónar, ið hava demensuppgávur burturav skulu útnevnast

         Stuðul til heimahjálp. Hetta skal skipast sum partur av verandi visitering

         Stuðul til yngri við demens.

         Sálarlig hjálp og kunning skal bjóðast sum eitt tilboð til fólk við demens og teirra avvarðandi.

 

Tað skal vera gott at búleikast í Havn, hóast sjúka rakar. Havnin skal vera fremst sum demensvinarligur býrur í Føroyum og yvirhøvur fremst sum demensvinarligur høvuðsstaður  í Norðurlondum.

 

Vel Fólkaflokkin til býráðsvalið í Havn

 

Vegna Havnar Framburðsfelag

Nevndin