HB ari aftur til Hvidovre

Betri deildin menn: Elias Rusborg fekk bara tveir minuttir av landskappingarfótbólti

HB boðar frá, at Elias Rusborg vendur aftur til Hvidovre, har hann er leigaður frá. U21-landsliðsmiðverjin hevur havt trupult við at vinna sær spælitíð. Tað bleiv bara til tveir minuttir av landskappingarfótbólti.

 

- Undan kappingarbyrjan bleiv leiguavtala gjørd við Hvidovre IF og Elias Rusborg, um at miðverjin bleiv leigaður úr Hvidovre fram til summar. Elias fer nú aftur til Hvidovre, og vit takka honum fyri tíðina í felagnum, skrivar HB.

 

Hann endaði aftanfyri Bartal Wardum, Samuel J. Chukwudi og Viljorm Davidsen í kø til miðverjuplássini.