HB er stórur favorittar at vinna dystin á Svangaskarði

Her eru oddsini upp á dystin B68-HB

Í annaðkvøld klokkan 18 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum B68 og HB á Svangaskarði á Toftum.

 

B68 er næstaftast í deildini við bert sjey stigum, meðan HB er næstfremst í deildini við 39 stigum.

 

HB hevur vunnið 16 av teimum seinastu 20 dystunum móti B68. B68 hevur bert vunnið ein av teimum seinastu 20 dystunum móti HB.

 

Tá liðini hittust á Svangaskarði 8. apríl vann HB dystin 1-0.

 

HB er eisini stórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til B68 eru so høg sum 11,27.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 6,48.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til HB eru so lág sum 1,18.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##