HB er topplið

AB-HB 0-2 og Víkingur-ÍF 1-1

Meistararnir í HB hava við 3-0 sigri á Argjum í dag lyft seg upp á fremsta plássið í Effo-deildini. Har verður HB í hvussu so er í 2-3 tríggjar tímar. B36, sum undan hesum umfarinum var oddalið, fær klokkan 17.15 vitjan av EB/Streymi.

 

Í Gøtu endaði tað 1-1 millum Víking og ÍF. Í evstu løtu høvdu fuglfirðingar risa møguleika at skora sigursmálið, tá ið Clayton Soares og Bartal Eliasen komu í góða støðu, men bólturin fór upp um málið.

 

HB hevur 15 stig, B36 hevur 14, KÍ 13 stig, NSÍ  11 stig, ÍF  10 stig, EB/Streymur 9, Víkingur 7, B68 5, AB 4 og Skála 3 stig.

 

 

-------

LIÐUGT

0-3: Tróndur Jensen

HB hevur vunnið sannførandi 3-0 sigur á Argjum. Síðsta málið skoraði innskifti Tróndur Jensen, sum var púra blankur, tá ið hann umsetti til mál, eftir at Kristin R. Mouritsen hevði spælt hann leysan.

 

87) 0-2

AB hevur givið skarvin yvir, og gestitrnir í HB eru nøgdir við støðuna. Tí er tómgongd á Argjum.

 

80) 0-2

Tað er einki, sum í løtuni bendir á, at AB skal megna at svara aftur. Heimaliðið vísir framvegis góðan hugburð, meðan HB ikki tykist hava stórvegis trongd til at økja um leiðsluna. HB hevur gott tak á bóltinum.

 

73) 0-2

Tað kennist úr honum á Argjum, og mjørkin hevur hug at leggja seg yvir vøllin.

AB spennir álopsbogan.

Levi Hanssen kemur á vøllin í staðin fyri Christian R. Mouritsen.

 

 

69) 0-2

Hóast 0-2 málið var vátur klútur í AB andlitið, so stríðist heimaliðið væl. Lotið er frískari, og tað er AB, sum hevur tað undan.

 

65) 0-2

Bárður Olsen er farin av vøllinum og í hansara stað er komin Magnus Egilsson. 

Karstin Højgaard er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Cristian í Garði.

Andrew av Fløtum er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Símun Samuelsen.

 

 

55) 0-2: Kristin R. Mouritsen

Eftir stórt AB trýst fyrstu løtuna hevur HB mest sum burturúr ongum økt um leiðsluna. Kári Nielsen tøvdi ov leingi við at sparka burtur, og tá ið hann endiliga royndi seg, rakti hann í Kristin R. Mouritsen, og bólturin fór umvegis stólpan og í málið.

 

HÁLVLEIKUR

0-1

AB hevur misnýtt risa møguleika. Teitur M. Gestsson í HB málinum stórbjargaði til horna, tá ið Hørður Mohr eftir fríspark og enn eina framlegging stútaði úr fimm metrum!

 

 

45) 0-1

HB hevur havt fríspark úr 25 metrum, men kombinatiónin kiksaði.

 

Jobin Drangastein hjá AB sær gult fyri fríspark ímóti Heina Vatnsdal.

43) 0-1

AB er tætt við, tá ið Rógvi Holm í HB miðverjuni drálar. Karstin Højgaard slapp ímillum, og Teitur M. Gestsson bjargaði út til h orna, sum einki spurdist burturúr.

 

 

40) 0-1

Tað eru spentar støður í báðum endum. Eftir frísparksframlegging var AB tætt við, og so svaraði HB aftur, men Heðin Stenberg bjargaði stútaranum.

 

35) 0-1

AB er á ongan hátt niðurspælt, hóast favorittarnir í HB eru omaná. HB heldur upp á bóltin, og gestirnir vísa tol í uppspælinum. Besta møguleikan síðstu løtuna hevur René S. Joensen havt, men bólturin fór umvegis stólpan út til málspark.

 

30) 0-1

Ferðin er høg, og tað er framvegis HB, sum leikliga er omaná. AB er væl við í spælinum, og argjamenn eru nærlagdir í eftiransingunum.

 

24) 0-1

Nú gongur tað fyri seg eftir treytunum hjá HB, sum hevur fult og heilt tak á verjupartinum og aftur og aftur bjóðar av í álopinum.

 

 

20) 0-1: Fróði Benjaminsen 19.

Eftir horna úr vinstru yvir um handara stólpan og innfyri aftur var Fróði Benjaminsen hægstur og stútaði bóltin í málið.

Lítla løtu frammanundan var um reppið, at AB legði seg framum í skjótum álopi. Jónas Stenberg var leysur í høgru, hann legði innfyri, og Karstin Højgaard hevði góða roynd, sum Teitur M. Gestsson bjargaði til horna.

 

 

15) 0-0

Tað er lívligt á Argjum.Báðir partar hava hug at søkja at, og HB hevur havt risa møguleika eftir kiks í

 

10) 0-0

AB leggur bragdliga fyri. Tað tykist ikki, at heimaliðið er sinnað at liggja aftarlaga á vøllinum.

Tað er stórur smeitur hjá AB, at Sorin Anghel situr skaddur uttanfyri.

 

 

AB-HB kl. 15.00

Dómari: Lars Múller

AB: Heðin Stenberg – Martin Midjord, Jógvan Isaksen, Sørin Samuelsen, Beinir Ellefsen –  Jónas Stenberg, Bárður Olsen, Kári Nielsen - Hørður Mohr, Jobin Drangastein - Karstin Højgaard

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen – Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal – René S. Joensen,  Christian R. Mouritsen,  Kristin R. Mouritsen – Andrew av Fløtum

 

 

----

 

LIÐUGT

1-1

 

Tað endaði við javnleiki í Gøtu. Størsta møguleikan fram ímóti dystarenda átti ÍF. Clayton Soares sneiddi seg leysan í vinstru, men sendingin til Bartal Eliasen var ikki nóg neyv, og so fór bólturin upp um málið.

 

 

85) 1-1

Nógvir deyðbóltar men lítil úrtøka. Súni Olsen hevur verið tættast við hjá Víkingi.

Bestu ÍF royndina hevði Bartal Eliasen eftir fríspæling frá Clayton Soares, men bólturin fór omanfyri málið.

Magnus Jarnskor er komin á vøllin í staðin fyri Hans Jørgen Djurhuus.

 

60) 1-1

Heðin Hansen kom beinanvegin eftir steðgin inn á Víkinga miðvøllin í staðin fyri Inga Sørensen.

Fyrsta korterið eftir steðgin hevur tað gingið javnt á, men kanska hevur ÍF havt lítla yvirvág.

 

HÁLVLEIKUR

 

45) 1-1

Síðsta korterið undan steðginum hevur tað verið tætt. Víkingur hevur roynt við fjølbroyttum álopsspæli, meðan ÍF fyri tað mesta hevur roynt seg við longum sendingum fram til Bartal Eliasen.

 

 

32) 1-1: Karl Løkin

Karl Løkin hevur javnað við skoti úr 35 metrum. Bólturin fór millum beinini á Geza Turi!

Frammanundan, at tað eydnaðist ÍF at javna, var Dánjal á Lakjuni tvær ferðir í góðari støðu at javna, uttan at tað eydnaðist.

 

ÍF hevur ment seg, eftir at avrikið ikki var serliga sannførandi fyrstu løtuna.

 

 

20) 1-0

Víkingur hevur tak á tí. Finnur Justinussen, sum aftur í dag hevur útgangsstøðu í vinstru, hevur havt bóltin á stólpanum aftanfyri Jákup Mikkelsen.

 

5) 1-0: Bárður Hansen

Vikingur hevur lagt seg framum eftir fimm minuttir í heimadystinum ímóti ÍF.

 

Jákup Mikkelsen er aftur í ÍF málinum. Merkisvert er tað, at Bartal Eliasen í dag er í ÍF álopinum.

Hjá Víkingi noyddist Atli Gregersen at taka seg aftur í upphitingini. Súni Olsen er miðverji, og Ingi Sørensen er á miðvøllinum.

 

Víkingur-ÍF kl. 15.00

Víkingur: Geza Turi: Sámal Jákup Joensen, Súni Olsen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Ingi Sørensen, Hans Jørgen Djurhuus -Bárður Hansen, Hallur Hansson, Finnur Justinussen – Filip Djordjevic

ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Poul N. Poulsen, Fritleif í Lambanum, Áki Petersen – Dánjal á Lakjuni, Kristoffur Jakobsen, Karl Løkin, Ari Ó. Ellingsgaard – Clayton Soares, Bartal Eliasen