Uni Holm Johannesen
Tá Andrew av Fløtum í Sarpugerði í gjár brádliga snýtti Niclas Niclasen og smekkaði til móti málinum úr góðari støðu, varð tað aftur staðfest. Tað varð staðfest fyri Geza Turi í málinum, venjaratoyminum hjá Víkingi, áskoðarunum við vøllin og restini av Føroyum. HB eigur í løtuni besta fótbóltsliðið í landinum.
Høvuðsstaðarfelagið hevur lagt sjógv millum seg og hini liðini. Longu nú eftir 13 umførum eru heili átta stig niður til nærmastu kappingarneytarnar. Og tað er eingi tekin um, at tað steðgar her.
Frálíkur fótbóltsdystur
Víkingur hevði í gjár upplagdan møguleika at leggja trýst á HB í oddastríðnum. Kravið var sjálvsagt trý stig, tá teir reyðu og svørtu vitjaðu. Og tað sást týðiliga, at tað ikki var serliga týdningarmikið, hvussu stigini vórðu vunnin.
Fótbóltsspælið var ikki flott undan hvíldini. Serliga heimaliðið royndi seg oftast við langum sendingum, og tað riggaði í løtum at trýsta gestirnar á hendan hátt. Andreas Lava Olsen royndi at skapa órógv við sínum skjótleika og heimagjørdu fintum, men HB-verjan hevði oftast tamarhald á.
Mortan úr Hørg legði gestirnar á odda tíðliga í dystinum. Av brotsteigarmarkinum smekkaði vongverjin til, og umvegis ein mótstøðuleikara, sendi hann seg sjálvan og liðfelagarnar á sigurskós. Men gleðin var stokkut.
Lítla løtu seinni javnaði ungi Finnur Justinussen, sum, saman við Súna Olsen, Zoltan Bukzegi og Atla Gregersen, hevur myndað liðið hjá Víkingi í hesum kappingarárinum. Framherjin royndi seg væl úti frá, tá Símun Rógvi Hansen noyddist í málið eftir bóltinum. Og sami Finnur Justinussen var aftur upp á spæl, tá seks minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Hann stýrdi bóltinum í málið eftir innlegg úr vinstru.
Stríðsviljin hjá gestunum var fyrimyndarligur. Hóast mótgongd smæddust teir ikki burtur, og sanniliga fingu teir reyðu og svørtu løn fyri stríðið. Á tímanum smekkaði Bjarni Jørgensen til bóltin eftir hornaspark, sum brast í tvørstræið, áðrenn hann fór um málstrikuna. 2-2.
Í seinna hálvleiki var fótbóltsspælið væl betri. Gestirnir løgdu dent á at flyta bóltin fyri at sleppa undan nærdystunum, og tað eydnaðist fyri tað mesta. Møguleikarnar vóru eisini fleiri, og einu ferðina sendi Fróði Benjaminsen í stólpan.
Men tá tríggir minuttir restaðu í brast fyri nev. Andrew av Fløtum gjørdist sigursharri, og staðfesti tryggu oddastøðuna hjá HB.
Beina kós
Víkingur var annars liðið, sum tey flestu mettu høvdu besta møguleikan at steðga HB. Felagsliðið hevur av álvara havt vind í seglunum, men sjálvsálit var ikki nóg mikið, tá oddaliðið vitjaði. Og í Gøtu og Leirvík vóru tey sjálvsagt vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist at vinna seg nærri oddanum. Men samanumtikið kunnu tey ikki vera annað enn nøgd við kappingarárið, tí liðið er í steypafinaluni og hevur kós móti altjóða fótbólti í 2010.
HB vísti fleiri eginleikar í Sarpugerði í gjár. Liðið stríddist, spældi fótbólt, høvdu skipaðan verjupart, hildu høvdið kalt, tá mest stóð á, skutu trý mál og spældu við nógvum yvirskoti. HB eigur besta liðið í føroyskum fótbólti í løtuni. Tað varð dyggiliga staðfest í gjár.