HB koppaði favorittunum

Fleiri ungir spælarar vóru við, tá ið undirmannaða HB vann stórsteypadystin á favorittunum í KÍ

Ætlanin hjá nýggja KÍ verjanum var, at teir í Klaksvík skuldu vinna stórsteypadystin, løgmanssteypið og landskappingina. Tað hevur ongin nakrantíð áður megnað, og í kvøld er tað greitt, at tað fer heldur ikki KÍ at megna í 2024.

 

HB venjarin er ovurfegin:

 

- Vegna spælararnar eri eg fegin – ikki minst fyri ungu spælararnar. Teir hava arbeitt nógv og hart, síðani vit fóru undir fyrireikingarnar, og teir vístu framúr hugburð, og eg fegnist saman við teimum, sigur italski HB venjarin Adolfo Sormani.

 

KÍ var stórfavorittur, men tað var HB, sum vann 3-2 eftir málleysan fyrra hálvleik. Hetta var fyrsta ferðin síðani á sumri í 2020, at tað fóru fleiri enn tvey mál ígjøgnum hjá KÍ í einum og sama dysti.

 

Báðir partar løgdu nógv fyri, og sum tíðin leið var talan um nógvar nærdystir.

 

Páll A. Klettskarð legði smáar tíggju minuttir eftir steðgin og við fínum stútara KÍ á odda eftir fínt innlegg úr høgru frá Jóannesi K. Danielsen. Eftir greiða yvirvág undan steðginum lá tað eftir leiðslumálið í kortunum, at nú fór tað at liggja til høgrabeinið hjá klaksvíkingum.

 

Men soleiðis tørnaði tað ikki út. Lítla løtu seinni umsetti Áki D. Samuelsen brotsspark til 1-1, og so var tað vongverjin í vinstru Ási Dam, sum við rimmar skoti úr 20 metrum og undan vindinum pløkkaði bóltin upp í málhornið.

 

Dysturin varð avgjørdur tveir minuttir seinni og eitt lítið korter undan leikloki, tá ið HB økti um munin til 3-1. Talan var um misskiljing í KÍ verjuni, og 16 ára gamli Dávid Reynheim rann úr 22 metrum bóltin í tóma málið.

 

Ein minutt seinni varð HB undirmannað, tá ið Leivur F. Guttesen sá gula kortið fyri aðru ferð.

 

KÍ minkaði um munin til 3-2, tá ið Árni Frederiksberg úr høgru sendi bóltin í handara síðunetið, eftir at bólturin var farin millum nógvar spælarar. KÍ skifti út og flutti Jákup B. Andreasen og René Shaki Joensen fram úr miðverjuni. Tað vóru spentar støður og fleiri KÍ hornaspørk, men tað eydnaðist HB at halda tørn.

 

Teitur Matras Gestsson hevur tikið ímóti stórsteypinum. Tað er einki at siga til, at teir í HB fegnast, tí tað kann fara at vísa seg, at hesin sigurin fer at verða týdningarmikil.

 

-Vit eru vónbrotnir, tí vit fingu trý mál ímóti okkum, uttan at vit góvu mótstøðuliðnum nakran málmøguleika. Vit spældu okkum til møguleikar og skoraðu tvey mál, og vit høvdu tað í okkara hondum og møguleikar at økja til 2-0. Men vit ynskja HB til lukku, sigur KÍ venjarin Haakon Lunov í samrøðu við Trónd Arge í Televarpinum.

 

 

 

KÍ – HB 2-3 (0-0)

 

1-0: Páll A. Klettskarð

 

1-1: Áki D. Samuensen br

 

1-2: Ási Dam

 

1-3: Dávid Reynheim

 

2-3: Árni Frederiksberg

 

Dómari: Bjarki Danielsen

 

KÍ: Ari í Haraldsrovu Petersen – Jóannes K. Danielsen, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen, Patrick da Silva (Jóhan Josephsen, 90.) – Claes Philip Kronberg, Dan í Soylu (Jákup N. Vilhelmsen, 79.), Pætur J. Petersen (Ahmed Latiff, 79.) – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Mads Bo Mikkelsen

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Viljormur Daviden, Ási Dam– Heðin Hansen, Hanus Sørensen, Eivind R. Mouritsen – Leivur F. Guttesen, Dávid Reynheim (Dánjal Reginsson, 81.), Áki D. Samuelsen (Samuel Chukwudi, 89.)

 

Reytt kort: Leivur F. Guttesen 75.