HB-kvinnurnar fingu silvurið

Fótbóltur: Bæði gullið og silvurið hjá kvinnunum endaði í høvuðsstaðnum, tá HB vann 2-1 á B36

B36-kvinnurnar tryggjaðu sær gullið í Leirvík næstseinasta vikuskiftið, og tí høvdu tær ikki nógv meir enn heiður og æru at spæla fyri í seinasta dystinum, sum var móti grannunum úr HB. Ikki tí, B36 hevði undan hesum dystinum ikki tapt í landskappingini, og um tær sluppu undan einum tapi sunnudagin, høvdu tær farið ósigraðar gjøgnum landskappingina.

HB og B36 hava ligið stavn um stavn gjøgnum alla kappingina, men HB-kvinnurnar snávaðu móti endanum, og tí mistu tær FM-møguleikan. Tær høvdu kortini silvurmerkini at spæla fyri, og tað vísti seg eisini at eydnast.

HB vann dystin 2-1 eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikssteðginum. B36-liðið var rættiliga skert við tað, at Sólvá Joensen breyt beinið í Leirvík, og Rakul N. Joensen var í Danmark á venjingarlegu við Kyndli.

Einasta málið í fyrra hálvleiki gjørdi Eyðvør úr Dímun við einum góðum skallara eftir hornaspark, tá dysturin var umleið eitt korter gamal.

Men seinni hálvleikur var nóg illa byrjaður, tá Arnbjørg Danielsen javnaði, eftir at B36 hevði fingið fríspark á vandamiklum stað. Tað var níggjunda málið hjá Arnbjørg Danielsen í ár, og hon er toppskjútti hjá B36.

Men eins og í steypafinaluni fyrr í ár fingu HB-kvinnurnar seinasta orðið, tá Eyðfríð Kristiansen skoraði sigursmálið eitt korter fyri leiklok. HB vann sostatt 2-1, men tað vóru B36-kvinnurnar, sum fegnaðust aftaná dystin.


Vóru ikki favorittar

Venjarin hjá B36, John Klein, sigur, at tá kappingin byrjaði, hevði hann ikki roknað við, at tað fór at gangast so væl hjá B36-kvinnunum.

? Vit vóru ikki favorittar til at gerast føroyameistarar, og vit høvdu eitt sera ungt lið, har miðalaldurin lá um tey 19, sigur John Klein við Sosialin.

? Tað byrjaði heldur ikki so væl í venjingardystunum og steypakappingini, har spælið og úrslitini vóru sera svingandi. Men síðani hevur liðið verið sera støðugt, og í dag eri eg sjálvandi sera væl nøgdur, sigur B36-venjarin.

B36 kom í finaluna í steypakappingini eftir at hava vunnið 4-0 á VB. Fyrru hálvfinaluna hevði VB annars vunnið 3-0 í Vági. Í finaluni var HB kortini betra liðið og vann uppiborið.

Tá var HB eisini á odda í landskappingini, men so mistu tær fleiri týðandi spælarar. John Klein heldur kortini ikki, at tað hevur havt avgerandi mun fyri endaligu støðuna í landskappingini.

? Nei, tað haldi eg ikki. Til dømis vóru bæði Teresa Johnsson og Helga Ellingsgaard við, tá vit spældu 3-3 móti HB fyrr í landskappingini. Tá førdu vit 3-1 eitt skifti og áttu at vunnið, vísir John Klein á.

Hetta er aðru ferð seinastu trý árini, at B36 vinnur FM-heitið hjá kvinnunum. Í 1996 vunnu tær eftir eina sera spennandi kapping, har KÍ undan seinasta umfari hevði bestu møguleikarnar at vinna føroyameistaraheitið. Men tær snávaðu á Skála, og so endaði gullið í Havn. Í fjør eydnaðist tað kortini KÍ uppiborið at vinna bestu kvinnudeildina fyri fyrstu ferð, síðani byrjað varð í 1985, men í ár komu klaksvíkskvinnurnar ov seint í gongd.


KÍ misti hugin

KÍ kundi undan hesum seinasta umfarinum framvegis røkka silvurplássinum, men til tað kravdist, at tær vunnu móti EB, samstundis sum HB ikki vann í Havn.

Dysturin í Havn var liðugur, áðrenn dysturin í Klaksvík byrjaði, og tað man hava havt sína ávirkan á KÍ-liðið, sum heldur óvæntað bert fekk 0-0 móti eiðiskvinnum. Fyri EB merkti úrslitið, at tær sleppa undan at spæla um upp- og niðurflyting móti vinnarunum av 2. deild, sum er VB. Tað verður nú í staðin NSÍ, sum skal royna seg móti kvinnunum úr Suðuroy.

VB hevur havt eitt sera gott lið í ár. Tær vunnu 2. deild uttan teir stóru trupulleikarnar, og tær vóru eisini sera nær við at røkka finaluna í steypakappingini. Tær vunnu fyrru hálvfinaluna, sum var móti B36, 3-0, men taptu so 0-4 í Gundadali. NSÍ fekk eina laka byrjan upp á landskappingina, men kom fyri seg móti endanum, og tað var nær við, at tær yvirhálaðu EB, tá avtornaði. Men nú er so lagt upp til tveir spennandi dystir um, hvør komandi ár skal spæla í 1. deild, sum tá er komin niður á seks lið.


Skála fekk einki stig

Skála er flutt niður fyri langari tíð síðani, og tá hugt verður at stigatalvuni, sæst, at tær einki stig hava, og málmunurin sigur 4-87. Av hesum kunnu vit staðfesta, at tað verður sunt hjá skálakvinnum at royna seg í 2. deild, tí tað er ongantíð serliga stuttligt at spæla, tá tú tapir hvørja ferð. Kvinnufótbólturin á Skála var Føroya besti fyrst í 90-unum, tá skálakvinnur vunnu FM-heitið í 1990 og aftur í 1992. Nógv er broytt síðani tað, liðið í ár hevur verið spildurnýtt, og so gekk tað, sum tað gjørdi. Tað er altíð lættari at byggja eitt nýtt lið upp, tá tað spælir í eini lægri deild, har mótstøðan ikki er so stór, og tað ger Skála so næsta ár.

Seinasta dystin á árinum átti Skála á heimavølli móti LÍF, sum lutfalsliga tíðliga varð sett uttanfyri ávirkan í kappingini. Leirvíkskvinnur hava ligið í miðjuni meginpartin av kappingarárinum og hava hótt oddaliðini, seinast fyri tveimum vikum síðani móti B36. Hesaferð vunnu tær 6-1, og tað var so seinasti seymurin, sum varð negldur í niðurflytingarkistuna hjá Skála.

LÍF hevur litið nógv á Kristinu Eyðbjørnsdóttir í ár, men hon fór av landinum, tá nakrir dystir vóru eftir at spæla. Men nógv gott fólk er í Leirvík (og Gøtu), og LÍF fer ivaleyst eisini at vera millum tey frægastu liðini næsta ár.

Linda Hansen legði tær grønu á odda tíðliga í dystinum, men Skála kom upp á javnt aftur við einum máli, sum Anna Olsen skeyt. Men so fór Sonja Hansen í gongd ? hon skeyt trý mál á rað, tvey í fyrra og eitt í seinna hálvleiki, og so var LÍF komið upp á 4-1. Elisabeth Høgnesen byrjaði sum málverji, men LÍF skifti málverja í hálvleikssteðginum, og Elisabeth fór út á vøllin at spæla. Hon skoraði eisini til 5-1, áðrenn Karin Heinesen endaði málveitsluna fimm minuttir fyri leiklok.

Nú er bert eftir at avgera, um NSÍ sleppur at halda fram í 1. deild, ella um Suðuroyggin aftur verður umboðað í bestu deildini komandi ár. Dystirnir millum NSÍ og VB verða eftir hvat skilst spældir tvey tey komandi vikuskiftini.