Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Oddbjørn Joensen, og hann væntar fimm sera spennandi dystir í Betri Deildini hjá monnum mánadagin 21. mai, sum er 2. hvítusunnudag
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja FSF Varpið
11. umfar í Betri Deildini hjá monnum er á skránni mánadagin 21. mai, sum er 2. hvítusunnudag. Suðuroyingar eru á vitjan á Skála, og á Argjum spæla AB og KÍ. Í Sørvági hittast 07 Vestur og NSÍ, meðan tveir dystir verða í Gundadali. Klokkan 15 spæla B36 og Víkingur, og klokkan 18 tekur HB ímóti EB/Streymi.
Gestur í FSF Varpinum hesaferð at umrøða og meta um komandi umfar, er Oddbjørn Joensen. Og hann væntar, at NSÍ, B36, KÍ og HB gera sína skyldu sum oddalið.
11. umfar:
Mánadagin:
B36 – Víkingur (15.00) Beinleiðis á Rás2
07 Vestur – NSÍ (15.00)
Skála – Suðringar (15.00)
AB – KÍ (17.15) Beinleiðis á Rás2
HB – EB/Streymur (18.00) Beinleiðis á Rás2