Tað er spenningur í luftini í góðveðrinum í Gundadali, har 07 Vestur er gestur hjá HB.
Mikukvøldið var nýggi HB venjarin Dalibor Savic fyri fyrsti ferð við róðrið, tá ið HB vann fjórðingsfinaluna í steypakappingini ímóti AB 2-1.
Ta ferðina var Jákup L. Thomsen ikki førur fyri at spæla í seinna hálvleiki, og hann er ikki á listanum í dag. Síðsta sunnudag, tá ið HB var partur av 1-1 á Skála, sá Heðin Hansen gula kortið fyri fjórðu ferð. Tí er hann leikbannaður í dag.
Dan í Soylu og Pætur J. Petersen hava fyrr í ár havt ilt við at vinna pláss millum teir fyrstu ellivu. Teir eru báðir millum teir fyrstu ellivu í dag.
Hjá 07 Vestur tykist tað sum um, at Ari í Haraldstovu Petersen hevur vunnið plássið millum stólparnar. Dann Fróðason er framvegis langtíðar skaddur, og norski miðvallarin Marius Hagen er framvegis skaddur.
Tá ið 07 Vestur var í Gundadali og spældi ímóti HB fyrsta mai, var úrslitið 2-2, eftir at HB var frammanfyri 2-0 eftir fyrra hálvleik.