HB og FC Hoyvík hava seinastu vikurnar verið í kapping um at sleppa undan plássi undir niðurflytingarstrikuni, sum HB undan dagsins umfari var undir.
Í dag var grannauppgerð í Gundadali, tá ið HB hevði vitjan av FC Hoyvík, og tað var als eingin spenningur og ivi um úrslitið.
HB vann 5-0, og tað ber við sær, at HB nú er á áttanda plássi við 20 stigum fyri 20 dystir, og at FC Hoyvík er á níggjunda plássi við 19 stigum fyri 20 dystir. Aftast er EB/Streymur við 7 stigum.
Hálvleiksstøðan var 1-0, og málið undan steðginum skoraði Jógvan í Skála, tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir. Hetta var triðja ferðin í ár, at 18 ára gamli Jógvan í Skála var málskjútti í 1. deild.
Tríggjar minuttir eftir steðgin økti Silas Joensen um munin til 2-0, og næstu løtuna gekk tað skjótt við málskjótingini, tí miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Dánjal Reginsson við brotssparki 5-0 heimasigurin. Hini málini skoraðu Edvard Falkenberg og Dánial Mørkøre. Silas Joensen hevur nú skorað fýra mál í ár í 1. deild, hetta var fyrsta ferðin, at 16 ára gamli Edvard Falkenberg var málskjútti í næstbestu deildini, 18 ára gamli Dánial Mørkøre hevur júst skrivað undir tveyára sáttmála við barndómsfelagið, eftir at hann í eitt skifti hevur verið í Vejle Boldklub í Danmark. Hann var í dag fyri aðru ferð í ár málskjútti í 1. deild, og 24 ára gamli veteranurin á unga HB liðnum Dánjal Reginsson var fyri fyrstu ferð í ár málskjútti.
Næsti dystur hjá HB verður um eina viku á útivølli ímóti Víkingi, og FC Hoyvík fær um eina viku vitjan av FC Suðuroy.











