Heðin Brú 100

Fríggjadagurin hin 17. august er hundrað ára dagur Heðin Brú. Í flaggskrýdda Sjónleikarhúsinum verður hetta hátíðarhildið á Listastevnuni

 

listastevna

Birgir Kruse



Øll kenna vit røddina á Mariusi Johannesen, sum nú aftur hoyrist í Útvarpinum. Eisini kenna vit høvuðspersónarnar, Ketil og Kálv, og teirra mangan gyltu samrøður. Samrøður, sum mynda tað gamla og tað nýggja, tað skilagóða og tápuliga ? eitt samfelag í eini broytingartíð. Hetta er støði í ivaleyst mest lisnu og elskaðu føroysku skaldsøguni »Feðgar á ferð«, sum kom út í bók í 1940.


Útvarpið

Útvarpið sendir søguna, tí nú stundar til hundrað ára dag Heðin Brú, sum varð føddur í Skálavík hin 17. august 1901. Heðin Brú, hvørs rætta navn var Hans Jacob Jacobsen, andaðist hin í 18. mai 1987.

Bókmentunarliga er Útvarpið eisini við í stuttsøgukappingini, sum lýst varð í vár. 39 handrit komu inn og vinnarin verður kunngjørdur tá Listastevnan verður sett hin 8. august. Sama dag verður vinnandi søgan lisin í Útvarpinum og eitt úrval kemur út í bók, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út.

Sjónleikarhúsið

Hundrað ára minnisdag Heðin Brú verða dyrnar latnar upp í flaggskrýddum Sjónleikarhúsi í Havn. Har fer sonurin, Bárður Jákupsson, at greiða frá um ættina í Skálavík og Bergljót Joensen fer at halda stuttan bókmentunarliga fyrilestur og siga frá um stovnina av Norrøna Felagnum fyri fimti árum síðani. Tað var Heðin Brú, sum tók stig til hesa stovnan og hevði drúgt brævaskifti við Stellu Kornerup úr Birkerød um hesi viðurskifti. Stovnandi aðalfundurin var júst í Sjónleikarhúsinum.

Stutt brot úr sjónvarpssamrøðu, sum Marius Johannesen hevði við Heðin Brú verða sýnd, eins og áhugaverdi filmurin »Tríggir varðar«, sum Eyðun Johannesen og Rólant Thomsen gjørdu í 1977. Filmurin, sum varir hálvan tíma, lýsir teir tríggjar William Heinesen, Chr. Matras og Heðin Brú.

Hundrað ára dag skaldsins verður eisini varpað ljós á sjónleikin. Leikhúsið Gríma fer í Sjónleikarhúsinum at framføra leikbrot úr søguni »Feðgar á ferð«, eins og nýskrivaður rútmiskur tónleikur við støðu í somu skaldsøgu verður framførdur.

Heðin Brú

Fjúrtan ára gamal fór Heðin Brú til skips. Stóran part av tjúguárunum læs hann búnaðarfrøi í Danmark, har hann leyk prógv í 1928. Seinni gjørdist hann landbúnaðarráðgevi í Føroyum og stava flestu søgur hansara frá ferðum í hesum starvi kring oyggjarnar.

Fyrstu skaldsøgur hansara »Longbrá« (1930) og »Fastatøkur« (1935) lýsa byltingarnar í føroyska samfelagnum, tá landbúnaðarin mátti víkja fyri fiskivinnuídnaðinum. Sama evni, har nýtt og gamalt rennir saman, er høvuðsevnið í kendastu skaldsøgu Heðin Brú »Fegðar á ferð« (1940). Henda skaldsøga er týdd til fleiri mál, »The old man and his sons« á enskum og »Fattigmands ære« á donskum.

Tá Kommunuskúlin í høvuðsstaðnum varð vígdur hin 2. september 1956, yrkti Heðin Brú kantatuna »Fedranna Tala«, sum hátiðarløtur enn verður havd á lofti.


Í ætt við Holberg?

Í 1964 fekk Heðin Brú Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri skaldskap í bundnum og óbundnum máli yvirhøvur og í 1980 fekk hann barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs fyri útgávurnar »Ævintýr I-VI«.

Í 1982 fekk Heðin Brú Holberg-Medaillen, sum latin verður á føðingardegi Holbergs hin 3. desember. Virðislønin verður latin »en dansk skønlitterær eller videnskabelig forfatter, eller forfatterinde, som en anerkendelse for et litterært eller videnskabeligt værk, eller for den pågældendes forfattervirksomhed som helhed.« Lagt verður afturat, at »en vis åndelig forbindelse mellem Holbergs psyke, bør tages i særlig betragtning«.

Henda virðisløn varð fyrstu ferð latin í 1934, tá danska Rithøvundafelagið fylti 40 ár. William Heinesen fekk Holberg-Medaillen í 1960 og Bent Holm fekk hana í fjør.

Altjóða virðing

Enska alfrøðin Britannica sigur um Heðin Brú, at »he helped to establish Faroese as a literary language«. Víðari sigur stóra alfrøðin, at »sum limur í ritsjórn Varðans, limur í Føroya Fróðskaparfelag og altjóða virdur rithøvundur, hevði hann ein týðandi mentunarligan leiklut.«

Heðin Brú hevur týtt sjónleikir hjá Shakespeare og skrivaði í 1980 »Endurminningar«.

Mong plaga at taka til tað lætta og kimiliga málið, Heðin Brú nýtti. Ikki einans heimliga »Orðafarið« hjá føroyamálsdeildini, men sanniliga eisini danska sendistovan í Washington ger vart við hetta.

Tá tey lýsa skaldskapin á okkara leiðum, verður Heðin Brú skýrdur »a master of the language« og enn einaferð verður skaldsøgan »Feðgar á ferð« drigin fram sum dømi.

Í mest lántu bókini á Landsbókasavninum »Bókmetasøga II« tekur Árni Dahl soleiðis samanum: »Heðin Brú fer at standa sum ein hin allarstørsti prosahøvundur okkara, hann sum meir enn nakar annar við tokka, kærleika og varnum kæti lýsti føroyingin, ið hevði røtur sínar í gamla bóndasamfelagnum.«