- Tað eru tey somu fólkini og somu sjónarmiðini, ið ganga aftur. So nú má ein avgerð takast. Sirið Stenberg fær tvær vikur, og so bíða vit ikki longur.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, í stuttari viðmerking til in.fo, tá hann verður spurdur um málsviðgerðina av ætlaðu havnarútbyggingina hjá Tórshavnar kommunu.
Harvið leggur Tórshavnar kommunu trýst á landsstýriskvinnuna í heilsu- og innlendismálum um útbyggingina. Frammanundan hevur landsstýriskvinnan annars gjørt greitt, at hon hevur ongan skund, men ætlar at brúka tað tíð, ið er neyðug, til at taka eina avgerð.
Tað er frámæli hjá Býarskipanarnevndini, ið liggur undir Heilsu- og Innlendismálaráðnum, viðvíkjandi havnarútbyggingini, ið landsstýriskvinnan skal taka støðu til. Um hon fylgir frámælinum, so setur hon fót fyri verkætlanini hjá Tórshavnar kommunu.
Tórshavnar kommuna hevur longu boðið arbeiðið út og tikið av einum tilboði, men frámæli frá nevndini steðgaði fyribils arbeiðinum.
Fundur var millum Tórshavnar kommunu og landsstýriskvinnuna fyri eini viku síðani, og Heðin Mortensen upplýsir, at tað er tað seinasta, ið kommunan hevur frætt um málið.