Heðin vaks upp í Sundunum í Kollafirði, foreldrini vóru: Dánial Fr. Hansen í Sundunum og Elsebeth Katrina Johansen úr Hvalvík.
Heðin fór heilt ungur til skips, bert 13 ára gamal, við "Poseidon" í 1957. Hann kom heim aftur at fermast, og í 1958 fór hann við "Tinganes" til Grønlands og róði út við smábátum við Óla Fossaberg sum skipara og Magnus Frederik (Maggi) úr Kvívík sum bátsformanni. Í 1959 fór hann við "Skarvanesi" við Mariusi Joensen sum skipara.
Í 1960 fór hann við Norðmonnum, fyrst við gamla "Granit". Í 1962 var hann fimm ísfiskatúrar við "Onnu T". Í 1963 fór hann við "Eldoy" og í 1965 við "Knut Grønnevet" og í 1967 fór hann við nýggja "Granit". Somu skiparar vóru við øllum Norðmonnunum. Í 1968 fór hann við "Silver Spray" við Magnusi Olsen sum skipara. Í 1969 var hann við "Vesturvík", eisini við Magnusi Olsen sum skipara.
Hann koyrdi dumpara hjá Landinum frá 1971-74, tá hann fór við "Thomas Nygaard". Í 1976 fór hann við "Vaðhorn" og var eisini í Polen eftir skipinum. Eftir tað sigldi hann sum kokkur, til hann legðist heima í 1986 og fór at arbeiða við aling.
Heðin er giftur við Elsebeth M. Hansen úr Kollafirði, tey eiga trý børn: Gudny, sum er gift til Runavíkar, Oddny og Jens Marni, sum búgva í Kollafirði.
Heðini verður ynskt hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Hann er ikki heima føðingardagin.