Heðin Mortensen 55

Seinasta leygardag, 7. apríl, gjørdist Heðin Mortensen, lø gtingsmaður Sambandsfloksins, 55 ár.

 

Heðin Mortensen er sonur Ethel og Martin Eliesar (Eli) Mortensen úr Trongisvági. Heðin er føddur á Tvøroyri, men tey fluttu til Havnar, tá Heðin var unglingi.

Heðin Mortensen er útbúgvin maskin- og bilsmiður, og lærdi hann hjá Wenzel Petersen í Havn. Í 1978 fór Heðin Mortensen at starvast sum bilsýnsmaður hjá Tryggingarsambandinum Føroyar. Seinastu árini hevur hann tó starvast á marknaðardeildini hjá Tryggingarsambandinum, sum nú eitur Tryggingarfelagið Føroyar.

Heðin er giftur Hjørdis, sum er dóttir Eriku og Alfred Egholm.

Heðin Mortensen var ungur valdur í Tórshavnar býráð í 1972 fyri Uttanflokkalistan hjá Peturi í Gongd. Hann umboðaði Uttanflokkalistan í býráðnum framtil 1988, tá hann lat seg stilla upp á listanum hjá Sambandsflokkinum, sum hann hevur umboðað í býráðnum síðani.

Av álitisstørvum í býráðnum í Havn kunnu nevnast, at hann var 2. býráðsnæstformaður 1980-84 og frá 1997-, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs 1982-84 og frá 1988-97, formaður í sosialu nevnd Tórshavnar býráðs 1998-1999 . Frá 1999- formaður í byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar býráð.

Umframt tað er hann eisini forseti í Ítróttarsambandi Føroya, og hevur hann verið tað síðan 1980. Hann hevur verið umboðs ráðslimur í SEV frá 1973 og stýrislimur í SEV frá 1993-1997.

Frá 1. januar 2001 varaborgarstjóri í Tórshavn, næstformaður í fíggjarnevndini, formaður í mentanarnevndini, og byggi- og býarskipanarnevndini.

Heðin Mortensen hevur nakrar ferðir stillað upp bæði til fólkatings- og løgtingsval fyri Sambandsflokkin, og við valið 30. apríl í 1998 varð hann valdur á ting. Árini 89, 90, 91 og 93 var hann varamaður á tingi í styttri tíðarskeið.

Hann er næstformaður í uttanlandsnevndini og limur í og mentanarnevndini.

Heðin Mortensen, sum er ein tann føroyingurin við flestu álitisstørvum í nógvum ymiskum nevndum, gjørdist riddari av Dannebrog 1991. Hann hevur fingið íslendskan ISI heiðurskross 1996 og føroyskan ÍSF heiðurskross 1999.