Heðin Mortensen stuðlar Aksel treytaleyst

Hetta er tekin um, at tað er lív í Javnaðarflokkinum.

Tað segði Heðin Mortensen, sum fyri løtu síðani tapti formansvalið í Javnaðarflokkinum. Men hann ynskti nýggja formanninum alt tað besta og lovaði honum samstundis sín fulla stuðul.

- Tú skalt ikki vera einsamallur, tað skalt tú vita, segði Heðin Mortensen.

Heðin Mortensen staðfesti, at nú er avgerðin um formannin tikin.

- Og nú er ógvuliga avgerðandi og hevur alt at siga, at vit stuðla formanninum treytaleyst í royndunum at fáa at flokkin fram á.

- Hann hevur brúk fyri stuðuli, tí avbjóðingarnar eru stórar, legði hann afturat.

Heðin Mortensen takkaði fyri álitið, hann fekk á formansvalinum, tí hann fekk 41 atkvøður.

- Her er tekin um, at tað er lív í flokkinum, tí tað hetta hevur verið ein virkin tilgongd í einar tvær vikur at finna formannin.

Heðin Mortensen heitti annars á javnaðarfólk um at avgreiða ósemjur innanhýsis og standa saman úteftir um politikkin.