Orsøkin er nokk bara tann, at Heðin Mortensen bara ikki unnar Anniku Olsen hendan møguleikan. Tað sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
Løgtingið viðger eitt uppskot frá Fókaflokkinum um at geva kommunum heimild til at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum upp í 65.000 krónur. Í dag er hann 30.000. krónur.
Heðin Mortensen var framsøgufólk fyri Javnaðarflokkin, tá ið løgtingið umrøddi málið og hann gjørdi greitt, at hann sá nógvan vanda í at taka undir við uppskotinum. Eitt nú heldur hann, at tað fer at raka tær smærru kommunurnar hart.
Trýst HER og les meiri um, hví Heðin Mortensen ikki heldur, at tað gagnar nøkrum at geva kommunum heimild til at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum.
Men Jørgen Niclasen undrast á, at Heðin Mortensen, sum er fyrrverandi borgarstjóri í Havn, skal vera ímóti at kommunurnar fáa frælsi til at hækka botnfrádráttin.
Hann ivast í um umsorganin fyri teimum smáu kommununum her veruliga orsøkin til, at Heðin Mortensen er ímóti at geva kommununum heimild til at hækka botnfrádráttin. Hann heldur, at hevði Heðin Mortensen verið borgarstjóri í Havn í dag, hevði hann tikið ímóti tilboðnum við báðum hondum.
Jørgen Niclasen hevur nevniliga illgruna um, at veruliga orsøkin er, Heðin Mortensen ikki unnar núverandi borgarstjóra, fólkaflokskvinnuni, Anniku Olsen, hendan møguleikan at hækka botnfrádráttin og geva teimum lægstløntu ein skattalætta.
Hann heldur nevniliga, at veruliga orsøkin til mótstøðuna hjá Heðini Mortensen er tann, at borgarstjórin í Havn er ikki tann rætti í løtuni.