Ingolf S. Olsen sigur seg vera samdan við Heðin Mortensen um, at fíggingin av Suðuroyartunlinum skal vera samhaldsføst, men ivast um teir hugsa tað sama.
- Hesum taki eg fult undir við, men eg ivist í, um eg og Heðin hava somu fatan av, hvat liggur í hugtakinum samhaldsføst fígging, skrivar Ingolf í lesarabrævið.
Eftir at ein arbeiðsbólkur mældi til at leggja tunlarnar í eitt felag, hevur Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, ført fram, at fíggingin til Suðuroyartunnilin skal fáast til vega um bummgjøld – millum annað úr verandi undirsjóvartunlum.
- Men skulu verandi undirsjóvartunlar einsæris pilkast úr rúgvuni at bindast til fíggingina av Suðuroyartunlinum, so er tað ikki samhaldsfast. Tað er tað øvugta av samhaldsfesti, sigur Ingolf S. Olsen, ið heldur at tunnilsgjøldini áttu at verða strikað, heldur enn at fara til fígging av øðrum verkætlanum.
Sí lesarabrævið í fullum líki her