Tað kann tulkast sum lagnunnar speisemi, at tað júst er Heðin Mortensen, sum er ein teirra, sum í dag tryggjar Kaj Leo Johannesen løgmanssessin.
Heðin Mortensen er fyrrverandi tingmaður fyri Sambandsflokkin. Hann varð valdur á ting í 2000, men fall aftur á valinum í 2004 - hóast hann fekk 398 atkvøður - og er tann, sum hevur sett met í persónligum atkvøðum uttan at verða valdur á ting.
Tá Bárður Nielsen legði frá sær sum landsstýrismaður í mai í 2007 boðaði Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins frá, at hann fór at taka við sum nýggjur landsstýrismaður. Hetta hevði merkt, at Heðin Mortensen kom á ting fyri hann. Men eftir kommunuvalið í 2004 varð Heðin Mortensen koyrdur úr Sambandsflokkinum - og hann fór upp í Javnaðarflokkin - og hevði Kaj Leo Johannesen tá farið í landsstýrið, so hevði javnaðarmaðurin Heðin Mortensen komið á ting fyri Sambandsflokkin.
Mikil orðadráttur stóðst av hesum, tí Kaj Leo Johannesen segði seg hava eina avtalu við Jóannes Eidesgaard um, at Heðin Mortensen skuldi víkja sæti. Men tað vildi hann ikki. Úrslitið av hesum gjørdist, at Kaj Leo Johannesen ikki sjálvur fór í landsstýrið. Hann sendi í staðin boð eftir Magna Laksafoss, ið soleiðis byrjaði sína karrieru sum politikari.
So hóast Heðin Mortensen á ein hátt hevur skylduna fyri, at Magni Laksafoss gjørdist politikari - og tann tingmaður, sum gevur formanninum mest høvuðsbrýggj, so verður tað í dag júst Heðin Mortensen, sum bjargar Kaj Leo Johannesen løgmanssessin - um annars fólkafloksmenninir eru samgongu og løgmanni lýdnir.