TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2, har prátað var við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham, ið sá sínar menn tapa 2-3 ímóti Suðringum við Stórá í Trongisvági fyrr í dag.
Í steðginum vóru Suðringar á odda 2-1 hóast EB/Streymur kom á odda tá bert tveir minuttir vóru farnir av dystinum. Heðin Askham heldur, at avrikið í fyrra hálvleiki var so vánaligt, at tað kostaði teimum dystin.
Í seinna hálvleiki lýsnaði eina løtu hjá EB/Streymi, men tá Suðringar koma á odda 3-2 hevði EB/Streymur einki mótsvar ásannar Heðin Askham.
Heðin Askham ásannar, at gongdin er tung hjá EB/Streymi fyri tíðina, og nú má arbeiðast hart fyri at koma á sigursslóðina aftur.
Samrøðan, ið var á Rás2 við áleyparan hjá Suðringum, Stefan Radosavljevic hoyrist HER