Heðin kravdi málið úr Gerðarrættinum

– Jú tað er rætt, tað eri eg, sum havi tikið hasa avgerðina. Eg havi einki ímóti, at man fer í gerðarrættin at fáa greiðu á hasum, men tá eg frætti, at Fíggjarmálaráðið ikki koyrir málið í gerðarrættin, so meti eg, at so eiga vit í KAF heldur ikki at gera tað.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tá vit spyrja hann, um tað er hann, sum hevur fingið KAF at trekkja málið aftur í gerðarrættinum, eftir at tað varð sent inn.

– Tað haldi eg er ravruskandi galið, at bara kommunurnar skulu fara í gerðarrættin við einum landsmáli, sum í hesum føri, sum er verkfall, ikki ímóti kommununum, men meira ímóti landinum, sigur Heðin Mortensen.

– Tað er útgangsstøðið hjá mær. Eg haldi, at vit skulu vera upp á vakt og ikki lata okkum brúka ella misbrúka, og har vil eg eisini siga, at vit sum Tórshavnar Kommuna, vit virða allan verkfalsrætt. Sjálvandi skulu vit gera tað. 

– Tá so KAF sigur, at tey koyra tað í gerðarrættin kortini, so er tað upp til KAF, men vit sum størsta kommuna í landinum kunnu ikki bara standa og hyggja at, tí hava vit sagt, at vildu ikki hava málið fyri gerðarrættin, men tá varð tað longu sent inn, sigur Heðin Mortensen.

– So eg vildi hava málið úr aftur gerðarrttinum beinanvegin. 

Heðin Mortensen vildi ikki hava, at Fíggjarmálaráðið soleiðis skuldi kunna turka hetta upp á kommunurnar. 

– Tí finni eg meg ikki og – og so slett ikki sum borgarstjóri og als ikki sum ein borgarstjóri við tí sannføring, at vit skulu virða verkfalsrættin, sigur Heðin Mortensen.

Men hevði tað ikki verið gott at fingið greiðu á hesum máli?

– Tað hevði tað uttan iva. Men so vil eg heldur spyrja, hví man ikki langt síðani hevur funnið út av hesum? Vit hava øll vita, at eitt verkfall kundi koma eitt verkfall. Og so ger man sjálvandi sítt forarbeiðið áðrenn heldur enn at koma nú í tólvta tíma, tá verkfallið er byrjað. 

Heðin Mortensen heldur, at um tað ikki bar til at leggja tað fyri gerðarrætin í góðari tíð frammanundan, so hevði borið til at gjørt eitt løgfrøðiligt greiningararbeiði, sum fekk greiðu á hesum.

– Sjálvandi kundi man tað, sigur Heðin Mortensen.

– Eg havi ikki størri heimild enn onkur annar at fáa hetta málið úr Fasta Gerðarrættinum, men tað er so gjørt, og tað fegnist eg um, sigur Heðin Mortensen. 

– Eg havi sagt mína greiðu meining um hatta málið. Vit eru ein stór kommuna, høvuðskommuna, og eg havi sagt, at hetta er skeivt sum tit gera nú, og um man ikki kann taka tað við góðum, so má tað vera við minni góðum, sigur hann.

– Jú tað er rætt, at eg havi ringt til KAF og sagt mína meining. Um eg havi trýst tey til tað, veit eg ikki. Men tey hava so lurtað, og tað fegnist eg um

– Og høvdu tey ikki lurtað, so hevði eg farið víðari við málinum, tí KAF er ein undirdeild hjá Kommunufelagnum, so tey kundu komið til Kommunufelagið, sum so fekk høvið at nikka ja ella nei.

Formaðurin hevur tikið hetta fyri góða vøru, og tað frøir megi, sigur Heðin Mortensen.