Hegga og teir eru á bronsuplássi

1. DEILD: Undrið FF vann trivaligum sigur á Dungasandi ímóti 07 Vestur, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum

Mynd: Undrið FF

Við trivaligum 4-1 sigri á útivølli ímóti 07 Vestur í dag hava Hegga Samuelsen og hansara menn í Undrið FF lyft seg fram á bronsuplássið við 32 stigum. Undrið FF er eitt stig frammanfyri KÍ og tvey stig frammanfyri Víking. Hetta er fyrsta árið hjá Undrið FF í næstbestu deildini. Tá plagar málið ofta at vera at halda tørn um plássið í deildini. Tað hevur Undrið FF longu væl og virðiliga syrgt fyri.

 

Tríggjar minuttir undan steðginum legði Villiam Emil Klein gestirnar á odda. Rói á Fløtum átti uppleggið.

 

Í fyrsta minutti eftir steðgin javnaði heimaliðið. Málskjútti var Ragnar Weihe, sum hevur skorað tvey mál í næstbestu deildini.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin legði Rói av Fløtum Undrið framum 2-1. Bjarni Brimnes átti uppleggið, og hetta var sætta málið hjá Róa av Fløtum. Bjarni Brimnes økti til 3-1, tá ið tað restaði eitt korter, og Villiam Emil Klein staðfesti trivaliga 4-1 sigurin í næstsíðsta minutti. Villiam er toppskjútti hjá Undrið FF við 10 málum.

 

Um eina viku fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti B71, og um eina viku fer Undrið FF at spæla á útivølli ímóti Víkingi.

 

Mynd: Undrið FF