Teir hava millum annað fingið 8 Grammy virðislønir, teir hava eisini fingið serliga Grammy Legend Award. Teir eru heiðraðir við serligum Lifetime Achievement frá bretska tónleikaídnaðinum, og teir hava sína stjørnu á Hollywood Walk Of Fame. Omaná allan tónleikaligan heiður, hava høvuðsmenninir í Bee Gees eisini fingið heiðurin Commanders Of The British Empire.