Heiðra Victor Danielsen við standmynd

Fuglfirðingar fara nú at heiðra merkismannin Victor Danielsen við standmynd. Í morgin, sunnudagin kl. 14 verður standmyndin, sum Hans Pauli Olsen, listamaður hevur gjørt av merkismanninum Victor Danielsen, avdúkað á fríøkinum vestan fyri Siloa.

Skráin fyri dagin er henda:

Á fríøkinum við standmyndina:

· Fuglafjarðar hornorkestur spælir

· Jóhan Heri Joensen, formaður í standmyndanevndini bjóðar vælkomin og greiðir frá arbeiðinum hjá nevndini.

· Sangur við Siloakórinum.

· Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri avdúkar standmyndina.

· Sangur við Siloakórinum.

· Jógvan Fríðrikson, biskupur flytir fram røðu.

· Sangur við Stanley Samuelsen.

· Landsstýrismaðurin í mentamálum flytir fram røðu.

· Sangur við Hannis Hansen.

Hátíðarløtan endar umleið kl. 15.15.

Eftir hátíðarløtuna er Mentanarhúsið opið fyri almenninginum, har býráðið bjóðar kaffi/te og smákøkur.

Kl. 16 verður fyrilestur hildin í Mentanarhúsinum av Zacharis Zachariassen um trúboðaran og mentamannin Victor Danielsen. Umframt fyrilesturin verður sangløta við eitt nú Siloakórinum, Lakjubrøðrunum, Hannis Hansen og Stanley Samuelsen.

Somuleiðis letur framsýning um Victor Danielsen, upp í Ribarhúsi eftir at hátíðarløtan er lokin. Talan er um somu framsýning, sum sýnd varð fram á 100 ára føðingardegi hansara í 1994.

Sambært avtalu við Kringvarp Føroya verður sjónvarpssendingin, sum gjørd og send varð í 1994 um Victor endursend kl. 20 hetta kvøldið.

Nevnast kann, at Rás2 fer at senda beinleiðis frá tiltakinum, og at eitt serblað um Victor Danielsen er í Sosialinum, sum kom út ígjár.