Heiðurslønir flyta til Klaksvíkar

– Mentanarliga umhvørvið kring gomlu handilshúsini í Klaksvík er hóskandi karmur til at handa mentanarvirðislønirnar, heldur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður

Týsdagin 15. januar er føðingardagur William Heinesens (1900-1991). Tí letur Mentamálaráðið henda dag Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgávu Landsins, Virðisløn til ungt listafólk og Sømdargávu Landsins.

Á hundrað ára degi William Heinesens gav Nám út fyrstu skúlabók á føroyskum við tekstum og myndum eftir hesum mætasta skaldi okkara, “Stjørnuskaldið undir Varða” (2000).

Framúr snotuliga bókin er savn við yrkingum, stuttsøgum, greinum og myndum, har dentur er lagdur á, at tilfarið umboðar allar tættir í listarliga verki Williams. Bókin er býtt í trý evni: Fólk og samfelag, Lívgevandi máttur og Tilverufatan. Ritstjórarnir, Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen, hava skrivað inngang um skaldsliga avrik Williams, og til hvørt evni hava tær skrivað inngang, sum ástøðiliga lýsir tey temu og evni, ið verða viðgjørd. Bókin fæst eisini sum floksett.

Á Google Boooks ber til at lesa í bókini “Stjørnuskaldið undir Varða” og á Snar ber til at lesa um William Heinesen.

Hvør, ið fær heiðurslønirnar týsdagin, verður avdúkað, tá landsstýrismaðurin í Mentamálum, Bjørn Kalsø, á almennum fundi fer at handa tær í Spaniastovu í Klaksvík.

– Mentanarliga umhvørvið kring gomlu handilshúsini í Klaksvík, har Spaniastova heldur til, saman við Norðoya Fornminnissavni og Leikalund, hevur ment seg seinastu árini, so eg haldi tað er hóskandi at mentanarvirðislønirnar í ár verða handaðar í Spaniastovu, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum í dag.

(Mynd: Birgir Kruse)