ÍSB hevur Kristian Martin Garðalíð at umboða Føroyar til Herning games í frælsum ítrótti.
Kristian Martin, sum dagliga venur við ítróttafelagnum Hvirluni, kappast í bólkinum fyri ítróttafólk við menningartarni.
Hann hevur staðið seg sera væl í kappingini, sum var í dag og hann megnaði at vinna eitt gullheiðursmerki og harafturat setti hann fleiri persónlig met.
Gullheiðursmerkið vann hann í longdarlopi, tá hann megnaði at leypa 5.05 m og hetta er samstundis eisini eitt persónligt met.
Í kúlustoyti setti hann eisini persónligt met við við 9,63 m, og hetta gav honum eitt fjórða pláss í kappingini.
Síðsta kappingin hjá Kristian Martini var 100 m renning, og hann kom á mál við tíðini 13,18 sek.
Kristian Martin hevur vant miðvíst fram til hesa kapping, og hann, sum er vinstrumegin á myndini, og venjari hansara, Heri Ziska, eru, sum vera man, sera væl nøgdir við avrikið hjá honum.