Heidi í gullrúsi í Onglandi

Heidi Andreasen vann heili seks gullmerki í sterkari altjóða kapping í Onglandi. Men tað var líka við, at hon ikki fór avstað, tí hon legðist sjúk beint undan kappingini


Heidi Andreasen gjørdi rættiliga um seg í British Open í enska býnum Sheffield farna vikuskiftið.
ÍSB-svimjarin var við í átta kappingum, og hon vann gull í seks av teimum. Í hinum báðum kappingunum vann hon silvur.
- Jú, tað gekk ikki so galið, sigur Heidi Andreasen og kann ikki ákærast fyri at yvirdríva.
British Open var frá fríggjadegnum til sunnudagin, og svimjarar úr fleiri enn 15 londum vóru við í kappingini, sum eisini verður roknað sum enska meistaraskapið fyri svimjarar við breki.
Fyrrapartar vóru vanligu kappingarnar á skránni. Um kvøldið fingu allir svimjararnir møguleikan at taka heimsmet á ymsum teinum, og í hesum kappingum vórðu heiðursmerki eisini latin.
 
Legðist sjúk undan kappingini
Heidi Andreasen vann gull í fýra av teimum vanligu kappingunum. Hon var skjótast í 50, 100 og 400 metrar frísvimjing og í 100 metrar ryggsvimjing. Í tvimum av kappingunum um kvøldið var tað Heidi, sum kom nærmast at taka heimsmet, og tað fekk hon tvey gullmerki fyri. Í tveimum øðrum av hesum kappingum var hon næstfremst.
Úrslitið hjá Heidi Andreasen í British Open er serstakliga flott, men tað var um reppið, at hon als ikki fór avstað til kappingina.
- Vikuna áðrenn kappingina bleiv eg sjúk, og eg lá við fepuri í fleiri dagar. Eg hevði vant sera hart til kappingina í Onglandi, men eg merki á mær í kappingunum, at eg hevði verið sjúk. Eg setti einki persónligt met, sum eg annars hevði ætlað mær, og tað komst uttan iva av, at eg hevði verið sjúk, sigur Heidi Andreasen.
- Tíðirnar hjá mær vóru nøkunlunda tær somu, sum tær vóru í Danish Open, so tað gekk ikki afturá, men eg hevði ætlað at betra mínar tíðir hesaferð. Eg eri tó væl nøgd við kappingina og ikki minst, at eg kom nærmast við at taka tvey heimsmet, sigur hon.
 
Venja nógv
Kappingin í Onglandi er liður í fyrireikingnum hjá Heidi til HM, sum verður hildið í Durban í Suðurafrika í desember mánaði.
- Eg miðji eftir at vinna okkurt gullmerki í HM, og hesar kappingarnar, sum eg nú havi verið við til, eru fyrireikingar til HM. Eg havi ikki nakra fasta skrá fyri næstu mánaðirnar, men eg rokni við, at eg fari av landinum aftur til onkra kapping ella venjingarlegu, sigur Heidi Andreasen.
Her heima venur hon saman við Havnar Svimjifelag, og har ætla tey at gera enn meira burtur úr venjingini. Ætlanin er, at svimjararnir, sum nú venja seks ferðir um vikuna, í heyst skulu økja venjingarmongdina upp í 12 venjingar um vikuna, og hetta skal Heidi eisini verða við til.
- Eg fari at venja sera nógv næstu mánaðirnar, tí eg ætli mær at vera væl fyri til HM, sigur hon.