Heildarsavn Christians Matras útkomið

Leygardagin var bókaframløga á Viðareiði í sambandi við, at Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út heildarsavn við øllum yrkingum og enduryrkingunum hjá Christiani Matras

Viðareiði:
Tað var ikki av ongum, at útgevarin av heildarsavninum hevði valt at leggja framløguna á Viðareiði. Christian Matras varð føddur har og búði har, til hann var um 12 ára gamal.
Hóast hann flutti úr heimbygdini á so ungum árum, er ongin ivi um, at tann náttúran, sum var um hann tey fyrstu barnaárini hava sett síni sermerki í hansara skaldskap.
Nógv fólk vóru savnað til framløguna, har sangur, røður og annað var á skránni.

Sangir og røður
Framløgan byrjaði í Viðareiðis kirkju, har 17 sangarar sungu seks yrkingar hjá Christiani. Jógvan við Keldu hevði til hetta høvið tilrættislagt eina framførslu av Summarkvøld. Ein frálík framførsla, má sigast, og hárini høvdu hug at reisa seg, meðan sangararnir sungu hetta vakra lagið, sum av sonnum er vorðið ein fólkaogn.
17 sangarar sungu eisini Lækjan, Barn ,Tú gakk tær fram við ánni, Dimmið og so Havrin, sum Christian Matras umsetti úr donskum.
Tá sangløtan í kirkjuni var liðug, varð farið yvir í gamla skúla, har Anne-Kari Skarðhamar, lektari við læraraháskúlan í Oslo, sum hevur savnað, skipað og skrivað eftirskrift í bókini, greiddi frá sínum arbeiði í sambandi við útgávuna. Hon kom millum annað inn á, hvussu ein velur tær ymsu yrkingarnar. Um tað skal vera upprunayrkingin ella tann broytta og so framvegis.
Tá hon var liðug at greiða frá, tók Andreas Justesen yvir. Hann greiddi frá, hvussu hann mintist Christian Matras og eisini tosaði hann nógv um hansara skaldskap.
Andreas tók millum annað til, at um Christian varð føddur á einari pannukøkuoyggj, so hevði hann ikki yrkt, sum hann gjørdi.

Stuðlar
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur vanliga mest ungdóms- og barnabøkur út. Niels Jákup Thomsen segði, at hetta savnið ikki hevði komið út uttan stuðlar. Í tí sambandinum handaði hann báðum stuðlunum, Viðareiðis kommunu og Norðoya Sparikassa, eitt eintak av bókini sum tøkk fyri stuðulin.
Umboðið fyri sparikassan, Finn Kjølbro, segði, at hann kendi Viðareiðis bygd gjøgnum skaldskapin hjá Christiani, áðrenn hann nakrantíð hevði verið har.
Borgarstjórin á Viðareiði Jógvan Nybo segði millum annað, at tað hevur stóran týdning, at alt tilfar, sum kemur út á føroyskum fær stuðul.
Síðani var ein kaffimuður við køkum aftur við at fáa, har fólk eisini fingu høvi at ogna sær yrkingasavnið heldur bíligari enn vanliga kostnaðarprísin, sum er 350 krónur.
Gevur útgávan yvirskot, fer peningurin óskerdur í Grunn Kristjans á Brekkumørk, ið veitir sømdargávu til fólk, sum starva til frama fyri okkara móðurmál.
Einars Prent hevur umbrotið, heft og prentað.