Heilsuskúlin

Tað er sanniliga týdningarmikið, at vit varpa ljós á  eldraøkið, og eg eri glað fyri, at vit eru mong valevni, ið brenna fyri heilsuverkinum í Føroyum.

 

Lat okkum saman í flokki betra um umstøðurnar og lyfta uppgávurnar.

 

Heilsuskúli Føroya er gróðrarmikil grundarsteinur fyri tí fakligu vælferðini, vit ynskja, og sum heilsustarvsfólkini sóknast eftir.

 

Heilsuskúli Føroya er fyri allar Føroyar og hann hevur fyrimyndarliga lagaliga skipan, sum aðrir skúlar kundu fingið íblástur frá.  

 

  • Visti tú, at Heilsurøktaraútbúgvingin er 3 ár og 1 mðr. – harav 9 mðr. skúlagongd og harav 40% fjarundirvísing, tvs. einans 5,4 mðr. skúlagongd í Hovi?
  • Visti tú, at Námsfrøðihjálparaútbúgvingin er 2 ár – harav 9 mðr. skúlagongd og harav 40% fjarundirvísing, tvs. einans 5,4 mðr. skúlagongd í Hovi?
  • Visti tú, at Heilsuhjálparaútbúgvingin er 15 mðr. – harav 6 mðr. skúlagongd og harav 50% fjarundirvísing, tvs. einans 3 mðr. skúlagongd í Hovi?
  • Visti tú, at um tú hevur arbeitt á námsfrøðiliga økinum í meira enn tvey ár, so kanst tú fáa partar ella alla starvslæruna góðskrivaða?
  • Visti tú, at sum nakað nýtt, bjóðar Námsfrøðihjálparaútbúgvingin  næmingum við drúgvum royndum at taka útbúgvingina uppá einans 10 mðr.?
  • Visti tú, at fyri námsfrøðihjálparar byrjar undirvísing mánamorgun kl 11.00, so tú sleppur suður mánamorgun kl 8.45?
  • Visti tú, at fyri námsfrøðihjálparar byrjar undirvísing mánamorgun kl 11.00, so tú sleppur suður mánamorgun kl 8.45?
  • Visti tú, at við SSL-korti, ferðast mann ókeypis til og frá skúlanum?
  • Og ikki minst, visti tú, at Heilsuskúlin hevur uml. 13 kvinnulig ársverk, tvs. einasti ella ein av tveimum forsyrgjarum í nógvum familjum í Suðuroynni arbeiðir og livir av heilsuskúlanum?

 

Góðu tit, lat okkum saman geva skúlanum gott umdømi, so enn fleiri duga at síggja møguleikan í vælvirkandi skúlanum.

 

Vit hava risa avbjóðingar innan heilsuverkið fyri at tryggja okkara eldru borgarum vælferð. Lat okkum raðfesta pengar og orku skynsamt og gagnnýta tað, vit longu hava bygt upp.

 

Og lat meg frætta, um tú hevur hugskot til, hvussu vit kunnu gera umstøðurnar á skúlanum enn betur, tí eg veit, at skúlin er sera samstarvsfúsur.  

 

Eg ynski einar sterkar Føroyar við sterkum høvuðsstaði og sterkum bygdum.

 

 

 

                     Fyri fríum vali, vel Marin í Dali