Hví fert tú / fert tú ikki á ólavsøku?
Tann seremonielli parturin av ólavsøkuni er nakað heilt serligt, sum eg haldi ikki er at finna aðrastaðni. Eitt nú er Havnarmarsjurin hjá hornorkestrinum til at blíva heilt sentimentalur av, tá man býr uttanlands. Men alt frá fólkafundinum á Doktaragrund til Midnáttarsangin, tað er nakað ein gleðir seg til hvørja ferð. Og so er Ólavsøkan er eitt deiligt høvi at møta góðum fólki, og øðrum flytifuglum, sum eisini hava leitað sær heimaftur.
Hvussu heldur tú ólavsøkuna?
Saman við familju, fyrst og fremst. So út til vinfólk, og síðani oman í býin at vála fyri rest.
Hvat eigur ein at fara til á ólavsøku?
Eg haldi, at ein sjálvandi eigur at fara til so nógv sum til ber, tí fólk og stovnar gera ofta sera nógv burturúr teirra tiltøkum. So haldi eg eisini, at ein eigur at gera sær sjálvum tann beina at vitja Ólavsøkuframsýningina á Listasavninum, umframt at síggja Ólavsøkukabarettina.
Hvat kundi verið øðrvísi á ólavsøku?
Eg haldi, at vit kundu skipa gongugøtuna eitt sindur øðrvísi, so at hon varð líka nógv brúkt sum tá Kommunuskúlagarðurin var ein fastur høvuðsknarvi í býnum á ólavsøku. - Umframt tað, áttu vit kanska eisini at mutra veðurguðarnar eitt sindur upp undir hvørja ólavsøku.

- Heilt sentimentalur av hornorkostrinum

