Heima situr svøltandi kráka

Kjartan Kristiansen

Í Starvsblaðnum nr. 9 í ár er rættiliga hvass-orðað ábreiðsla í móti Menn-ingar-stovuni. Inni-haldið er viðkomandi, tí ábreiðslan nemur við nakrar av teimum avbjóðingum, sum vit í Føroyum mugu taka upp í enn størri mun enn higartil, nevniliga
 nýskapan og íverksetan
 alheimsgerð
 váðafúsan kapital.

Tíverri taka atfinningarnar í Starvs-blaðnum ikki nevndu avbjóðingar upp í tí álvara, sum er neyðugur, men leggja Menningarstovuna undir ómoralskar ætlanir.

Tí má ábreiðslan svarast gjølligari, enn tað gerst í einum minutti í útvarpinum.



Menningarstovan bjóðaði føroyskum fyri-tøkum á kunnandi fund um stovnan av vinnuligum virksemi í Baltalondum. Tey, sum lósu innbjóðingina, løgdu til merkis, at fundurin var ætlaður virkjum, ið arbeiða við ætlanum um at víðka sítt virksemi til tey Baltisku londini ella Eysturevropa.



Tað er ikki nakað nýtt, at føroysk virki royna at víðka sítt virksemi uttanlands. Fiskasølan í síni tíð, Vónin, AWI Boats og onnur hava gjørt tað, uttan at hetta hevur gingið út yvir føroysku arbeiðsplássini - heldur tvørtur í móti eru hesi styrkt.

Í flestu førum er tað betri marknaðar-atgongd, sum ger tað lønandi at víðka heimligt virksemi út um Føroyar. Forðingar í keyparalondum ella høgir flutnings-kostnaðir kunnu gera ein annars ólønsaman marknað lønsaman, og tað kann eisini verða lættari at veita viðlíka-halds- og umvælingar-tænastur, um virksemi verður sett á stovn nærri ella á marknaðinum. Í øllum førum styrkir virksemið uttanlands heimligu fyri-tøkuna.

Í øðrum førum kann betri og bíligari innkeyp vera áhugamálið. Nógv millumlið frá rávørumarknaðinum til føroyska marknaðin eru ikki altíð trygd fyri, at føroyski keyparin fær bestu vøru til sámuligastu prísirnar. Tá kann virksemi nærri framleiðslulandinum geva fyritøku heima ein fyrimun á føroyska marknaðinum. Tað gerst sterkari í kappingini heima, og tað er ikki ókent, at okkara fyritøkur hava brúkt síni styrktu innkeyp á okkara nærmarknaðum. Hvør skuldi trúð, at ein føroysk fyritøka kundi fara undir at selja dekk í Íslandi? Tað gjørdist ikki úr Føroyum, men við at seta virksemi á stovn í Íslandi, og virksemið heima er ikki vorðið verri fyri av tí.

Í triðja lagi kann virksemi, sum tað annars ikki er rúm fyri heima, verða sett á stovn uttanlands. Kappingin heima um rávøru, um dugnaliga arbeiðsmegi ella neyðuga tænastu kann gera tað meira lønsamt at víðka um virksemið hjá fyritøkuna uttanlands.


Sum tað skilst kunnu vera nógvar góðar grundir til at víðka virksemi hjá føroyskum fyritøkum við at stovna vinnuligt virksemi í øðrum londum.

Ein treyt er kortini fyri, at hetta kann eydnast, nevniliga at virkið heima er løn-samt og tí ført fyri at taka við avbjóðingini um nýskapan og alheimsgerð og tí eisini ført fyri at bjóða váðafúsum kapitali møguleika at fáa eins gott avkast sum í øðrum váða.

Føroyska samfelagið hevur eina tíð verið í einum búskaparligum aldudali. Við hvørt hevur mótfall kenst fremri í huganum enn áræði og hugur at royna nýggjar leiðir.

Vit á Menningarstovuni eru so heppin at hava rættiliga gott samstarv við føroyskt vinnulív og hava lagt til merkis eina jaliga gongd í nýskapan og íverksetan í samfelagnum. Tað hevði verið burturvið, um Menningarstovan ikki stuðlaði hesi gongd og ikki fekk til vega kunning, ið lætti um vegin og gjørdi váðar minni.

Vit eru eisini varug við, at hesar nýskapanir og íverksetanir hava eitt alheims-gjørt rák í sær; og tað boðar frá góðum.