Tað er 43 ára gamla Elsba Lützen, økisleðari í Klaksvík, sum fyribils skal røkja starvið sum leðari í Heimarøktini.
Elsba Lützen varð útbúgvin sjúkrasystir í 1981, og fekk starv á medisinsku deild á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Í 1987 varð hon sett sum deildarleiðari á sjúkrahúsinum.
Seinni hevur Elsba Lützen virkað sum lærari á Sjúkrasystraskúlanum í Havn, eins og hon hevur verið deildarleiðari á B7 á Landssjúkrahúsinum.
Seinastu tvey árini hevur Elsba Lützen starvast sum økisleiðari innan Heimarøktina í Klaksvík.
Elsba Lützen skal røkja starvið til nýggjur leiðari verður settur stovninum. Starvið verður í næstum lýst leyst at søkja.