Setanarorðaskiftið
Teir tríggir limirnir í Norðuratlantsbólkinum vístu frá fyrsta degi, hvørja dagsskrá teir hava í Fólkatinginum. Endamálið er at broyta viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum, sum teir halda vera eina avoldaða skipan.
Hetta kom púra greitt fram, tá Kuupik Kleist síðani Lars Emil Johansen og at enda Høgni Hoydal vóru á røðarapallinum í Fólkatinginum hóskvøldið og søgdu sína hjartans meining um ríkisfelagsskapin og skipanina við heimastýri í Grønlandi og Føroyum.
Høgni Hoydal duldi ikki fyri, at hann sum tjóðveldismaður arbeiðir fyri at avtaka føroysku umboðanina í Fólkatinginum, at Føroyar fáa sína egnu grundlóg og taka á seg alla politiska og búskaparliga ábyrgd av Føroyum.
Hann vísti á fleiri brot í setanarrøðuni hjá Anders Fogh Rasmussen, har forsætisráðharrin í breiðum týdningi tosar um frælsi, demokrati, ábyrgd og samhaldsfesti.
- Tað er júst hetta, sum føroyska stjálvstýrisstríðið byggir á. Og við at lurta og samstarva kann Danmark gerast eitt undangonguland á hesum økinum. Við at stuðla sjálvstýrisrørslunum í Norðuratlantshavi kann Danmark vísa í verki, at landið arbeiðir fyri einum meira demokratiskum og rættvísum heimi, segði Høgni Hoydal.
Einastandandi møguleiki
Smáar tjóðir hava ein einastandandi møguleika í dag. Einum landi nýtist ikki at vera risastórt, hava egnan stóran her og hava fyri neyðini at útbúgva allar íbúgvar heima hjá sær sjálvum. Einki land klárar seg uttan tætt samstarv við onnur lond og altjóða stovnar, sum fáa størri og størri týdning, vísti hann á.
- Hetta gevur smáum tjóðum møguleika at taka fullu politisku og búskaparligu ábyrgdina av egnum landi. Og sjálvstýri ella fullveldi er framvegis fortreytin fyri, at eitt land kann taka á seg ábyrgd í heiminum og samstarva í altjóða felagsskapum.
Høgni Hoydal vísti síðani á, at fortreytin fyri sjálvstýri ella fullveldi er, at Føroyar verða virdar í fólkarættarligum høpi og við tí sjálvsavgerðarrætti, sum hetta gevur. Og hann segði seg vóna, at tá ið forsætisráðharrin tosaði um trý fólk á jøvnum føti, Danmark, Grønland og Føroyar, so kundi hann eisini vátta, at hetta inniber eina viðurkenning av sjálvsavgerðarrættinum hjá føroyingum og grønlendarum í fólkarættarligum týdningi.
Eingi lyftir
Men nakra váttan frá forsætisráðharranum fyri hesum fekk hann ikki. Ikki aðra enn tað vanligu vissuna fyri, at føroyingar sjálvir avgera sína lagnu.
Sama hvørja kós, fólkið velur, so er hann sinnaður at tosa um tingini. Í fyrsta umfari ætlar forsætisráðharrin sum skjótast til Føroyar at viðgera støðuna og lurta eftir ynskjunum, sum eru har.
Viðvíkjandi ætlaðu yvirtøkunum hjá landsstýrinum, roknar Anders Fogh Rasmussen við, at stjórnin og landsstýrið heilt skjótt fara at gera avtalu um skúlamálini og almennu forsorgina. Viðvíkjandi flogvøllinum í Vágum og fólkakirkjuni hevur fólkatingsvalið seinkað arbeiðinum nakað, men stjórnin er nú sinnað at fara til samráðingarborðið um hesi málini.
Grønland eisini á skránni
Anders Fogh Rasmussen ætlar eisini at vitja í Grønlandi at røða um sjálvstýrisynskini har. Tað málið var ovast á breddanum í valstríðnum har, og hóskvøldið tosaðu báðir fólkatingslimirnir sum í ein munn um eina nýggja sjálvstýrisskipan í staðin fyri heimastýrisskipanina.
- Seinast, eg sat í Fólkatinginum, var tað við einum ynski um at fáa heimastýri í Grønlandi. Hetta eydnaðist, og eftir seks ár í Fólkatinginum kundi eg fara avstað við einari heimastýrisskipan í viðførinum. Nú standi eg her við einum ynski um at víðka heimastýrið til eitt veruligt sjálvstýri, og málið er sjálvandi, at eg aftur kann fara úr Fólkatinginum ? tá ið tann tíðin kemur ? við einari sjálvstýrisskipan í viðførinum, segði Lars Emil Johansen.
Eisini her kundi Anders Fogh Rasmussen vátta, at hann fer at lurta eftir grønlendsku ynskjunum, og hann vísti millum annað á Sjálvstýrisnevndina, sum situr og arbeiðir við framtíðar støðu Grønlands og eftir ætlan verður liðug í juli næsta ár.
Lisbeth tók fyrivarni
At tríggir av fýra norðuratlantiskum fólkatingslimum tosa um økt sjálvstýri er ongantíð hent áður. Tað var helst eisini hetta, sum fekk Lisbeth L. Petersen til at fara á røðarapallin og vísa á, at hon ikki hevur somu mál sum hinir tríggir. Hjá henni hevur tað týdning bæði at varðveita fólkatingsumboðanina og ríkisfelagsskapin millum tey trý londini, og tað fer hon millum annað at leggja sína orku í í Fólkatinginum.
Og sum mótpolur hjá teimum trimum í norðuratlantiska bólkinum fær hon uttan iva nógv at síggja til, um hennara sjónarmið ikki skulu detta burturímillum.