Heimastýrislógin skal dagførast


 

Tummas Eli Høj Joensen


Heimastyriskipanin hevur virkað væl síðan 1948 og tíðin er nú komin, hvar ið hendan skipanin eigur at verða endurskoðað. Millum annað eigur mynduleikin hjá heimastýrinum at verða staðfestur í grundlógini og Føroyar eiga at vera roknaðar sum ein sjálvstýrandi tjóð í ríkinum.

Ein endurskoðan av ríkisrættarligu viðurskiftunum eigur at verða gjørd í nærmastu framtíð, soleiðis at viðurskiftini verða greið, har tey eru torskild ella kanska beinleiðis ógreið. Vit skulu hava innlit í okkara fíggjarviðurskiftir. Vit skulu hava størri uttanríkispolitiska ávirkan, og okkara rættarskipan skal varveitast. Hetta samsvarar alt við Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins.

Broytingar í rættarskipanini

Kanska okkara lógarkønu vilja hava broytingar, ið kunnu gera tað lættari á onkrum økjum og skulu hesar broytingar sjálvandi gerðast, um tað tænir føroyska fólkinum. Men Føroyar eru eitt so lítið land, at tað má metast sum ein fyrimunur fyri rættarskipanina, at hon er partur av einum ríki har, 5 mill. fólk búgva, heldur enn 46.000 fólk. Hetta sigi eg tí eg vænti ikki, at ein skipan hjá 46.000 fólkum virkar leingi, uttan at gegnistrupulleikar (innhapilitetstrupulleikar) stinga seg upp.

Gegnistrupulleikar kunnu jú fáa rættiliga álvarsligar fylgjur fyri rættartrygdina hjá tí einstaka og tí er hetta við rættarskipanini, rættiliga álvarsligt. Hetta er tí ikki nakað, ið kann fáast upp á pláss við at knipsa við fingrunum, nei, her skulu drúgvar og ógvuliga gjøllar samráðingar til.

Samstarv tvørtur um landamørk

Vit Føroyingar mugu ásanna eins og nógv onnur fólkasløg, at samstarv tvørtur um landamørk hevur nógv gott við sær, millum annað, økta framleiðslu og búskaparligan vøkstur.

Treyðugt so, onkrar bindingar fylgja við; men hesar bindingar eru hjá teimum flestu til at liva við, tí fyrimuninir eru so nógvir.

Fyrimunir og vansar eru við øllum tøttum samarbeiði. Allar avtalur um samarbeiði eru og verða gjørdar á ein slíkan hátt, at vit heinta og lora inntil báðir partar kunnu siga, at hetta vilja vit góðtaka.

Øll sum fylgja eitt sindur við í politikki vita, at samarbeiðið millum ES-londini bara veksur og tað við slíkari ferð, at ES-nevndin er noydd til at halda eitt sindur aftur, fyri at halda skil á øllum!

Eg haldi, at hetta, uttan at eg nú fari at innlima okkum í ES, skuldi verið eitt talandi dømi fyri okkum Føroyingar um, at tætt samarbeiði við onnur ríkir er nakað, ið eykennir altjóða politikk í dag. Og er tað gott fyri nærum øll onnur lond at samstarva, so skuldi tað verið nærliggjandi fyri okkum at hildi, at tað eisini er gott fyri okkum føroyingar !