Heimkomnir amerikanarar skapa ruðuleika í floghavn

Ymisk corona-tíðindi uttan úr heimi

Fleiri túsund amerikanarar, sum eru komnir heim úr Evropa, skapa ruðuleika í amerikanskum floghavnum.

Myndir av longum røðum frá altjóða flogvøllinum í Chicago varða nógv deildar á Twitter.

Flogvøllurin í Chicago, sum er millum rokmiklastu flogvøllum í heiminum, skrivar á Twitter sambær NBC News, at ferðandi skulu vænta eyga bíðitíð, tá ferðafólk úr Evropa skulu ígjøgnum eina sreening vegna coronavirusið.

Fríggjadagin ávaraði ráið fyri innanlands trygd (DHS) amerikanarar, sum eru komnir heim úr Evroa, Kina og Iran, um, at teir kunnu vænta at skulu ígjøgnum eina gjølla kanning.

Fríggjadagin setti Hvítu Húsini í gildi innferðarbann upp á 30 dagar fyri ríkisborgarar frá meginpartinum av ES-londunum.

 

Ferðafólkaskip sett í sóttarhald í Kili

Kili hevur sett yvir 1300 fólk á tveimum ferðafólkaskipum í sóttarhald.

Tað verður gjørt, eftir at end eldri breti í kanning er staðfestur smittaður við coronavirus á øðrum av skipunum, sigur landsins heilsumálaráð.

Bæði skipini vóru á rundferð í kilensku firðunum í landspatinum Patagonia.

##med2##

608 avvíst í Suðurjyllandi

Síðani donsku landamørkini í gjár vórðu stongd fyri øllum útlendingum uttan týðandi endamál eru 608 fólk avvíst við danska markið til Týsklands.

3.140 persónar eru kannaðir.

Tað skrivar Syd- og Sønderjyllands Politi á Twitter.

##med3##

Altjóða ferðandi til Avstralia og New Zealand skulu eftir komu í sóttarhald í tvær vikur. Til dømis í einum privatum heimi ella á hotelli. Her síggjast tey bæði, Scott Morrisson, forsætisráðharri í Avstralia og Jacinda Ardern, forsætisráðfrú í New Zealandi

 

Altjóða ferðandi til Avstralia skulu í sóttarhald

Eins og New Zealand hevur Avstralia gjørt av, at øll altjóða ferðandi, sum koma til landið frá í dag av, skulu í sóttarhald í 14 dagar. Harumfram sleppa ferðamannaskip, sum koma úr útlendskum havnum, ikki í havnir í Avstralia næstu 30 dagarnar. Tað skrivar blaðið Sydney Morning Herald.

– Tað er ógvuliga týdningarmikið, tí vit seinsatu vikurnar hava sæð, at fleiri lond hava trupulleikar við virusinum, sigur forsætisráðharrin í Avstralia, Scott Morrisson, á tíðindafundi í Sydney í dag.

 

Deyðstøl í Kinna lækka

Tíggju persónar afturat eru deyðir í Kina seinasta samdøgrið av coronavirusinum. Tað kann samanberast við 13 samdøgrið frammanundan.

Tað vísir uppgerð frá tjóðarinnar heilsunevnd í Kina í nátt, skrivar tíðindastovan Reuters.

Talið av deyðum av Covid-19 í Kina er nú uppi á 3.199.

 

Estland steingir fyri útlendingum

Estland setir í gildi innferðarbann fyri útlendskum ríkisborgarum frá 17. mars. Tað boðaði stjórnin frá sambært Reuters. Tiltakið skal hjálpa til at bremsa útbreiðsluni av coronavirus. Útldendingar, sum hava familju í baltiska landinum, sleppa inn. Og øll sleppa av landingum. Tað eru skrásett 115 coronatilburður í Estlandi, men eingin er deyður.

 

Afrikanskt land boðar frá fyrsta virustilburði

Demokratiska Lýðveldið Congo hevur í gjár skrásett sín fyrsta coronatilburð.

Talan er um eina 50 ára gamlan mann, sum kom til landið 1. mars úr París. Tað upplýsir stjórnin í Congo sambært Reuters.

##med4##

Apple steingir handlar sínar uttan fyri Kina

iPhone–framleiðir allar sínar handlar uttan fyri Kina fram til 27. mars. Tað verður gjørt fyri at hjálpa til at steðga útbreiðsluni av smittuspreiðing. Tað segði ovasti stjórin hjá Apple, Tim Cook, í gjar við CNN.