Heimsins hernaðarútreiðslur vuksu í 2020 hóast koronu

Koronukreppan hevur ikki havt ta stóru ávirkan á hugin hjá londum at brúka pengar til hernaðarmál, sigur granskari.

Hóast eina farsótt og álvarsama hóttan ímóti altjóða búskapinum velja heimsins stjórnir at brúka fleiri pengar til hernaðarútreiðslur í 2020.

Soleiðis hækkaðu samlaðu hernaðarútreiðslurnar til slakar 2000 milliardir dollarar í 2020.

Tað upplýsir svenska tankasmiðjan Stockholm International Peace Research Institut, stytt Sipri.

Talan er um ein vøkstur upp á 2,6 prosent í mun til árið frammanundan. Heilt neyvt fær tað heimsins hernaðarútreiðslur tilsamans upp á 1981 milliardir dollarar.

Tað svarar til umleið 12.182 millardir krónur okkara pengum.

Ein av granskarunum handan frágreiðingina, Diego Lopes da Silva, kallar gongdina óvæntaða.

– Vegna farstóttini skuldu vit trúð, at heimsins hernaðarútreiðslur fóru at falla, sigur hann.

– Men tað er við ávísari vissu møguligt at koma til ta niðurstøðu, at covid-19 ikki hevur havt serliga ávirkan á alheims hernaðarútreiðslur – í minsta lagið í 2020.

Lopes da Silva sigur tó, at tað kann taka nakað av tíð, til londini »tilpassa« hernaðarútreiðslurnar við tað búskaparliga »sjokkið«.

Alheims bruttotjóðarúrtøka (btú) fall við 4,4 prosentum í fjør. Harvið vuksu heimsins hernaðarútreiðslur eisini greitt sum partur av alheims btú.

Fleiri Nato-limir megnaður harvið eisini at koma upp á málið hjá hernaðarsamgonguni um at brúka minst tvey prosent av btú til hernaðarútreiðslur.

Í 2020 megnaðu 12 limalond málið. Í 2019 vóru tey níggju.

Danmark er framvegis nakað væl frá at vera millum tey londini, sum røkka hesum máli.

Btú sigur okkum um landins búskap og er tað mest nýtta lyklatalið til at máta tað. Hækkingar ella fall vísa, um búskapurin veksur ella tódnar.

/ritzau/AFP