Heini O. Heinesen:Heldur einki um at stuðla

Heini O. Heinesen, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, heldur einki um at fara inn at stuðla rækjuskipunum, tá ið vit hava havt sera ringar royndir av tílíkum virksemi


 

Vinna

Heini O. Heinesen er formaður í Vinnunevndini hjá løgtinginum og samstundis eisini formaður fyri tingbólkin hjá Tjóðveldisflokkinum.

Eisini tingmaðurin úr Kunoy kennir til støðuna hjá rækjuskipunum og veit eisini at siga, at støðan hevur verið ring yvir eitt longri áramál.

Hann undirstrikar, at tað nyttar einki at tveita pengar eftir nøkrum, sum mann allíkavæl ikki hevur greiðu á.

Hvørki Vinnunevndin ella Tjóðveldisflokkurin hava havt hetta mál til viðgerðar, veit Heini O. at siga.

Meðan hann hevur verið virkin á tingi so veit Heini at siga, at landið hevur roynt at bjarga skipunum áður, men hetta var tað sama sum at tveita pengarnar út ígjøgnum vindeyga. Hann sær sum heild ein ógvuliga stóran vanda við at fara inn við studningi.

-Vit mugu staðfesta um hetta eru áhaldandi trupulleikar ella tíðaravmarkaðir trupulleikar. Tað nyttar einki at fara út at tveita pengar eftir vinnuni, tá ið tað skal vera líka fyri øll, og hetta loysir í øllum førum einki, greiðir Heini O. Heinesen frá.

Heini O. Heinesen undrast eisini yvir, at tað er so stórur áhugi fyri at gera íløgur í rækjuflota.

Hann vísir somuleiðis á, at hóast hann var við til at samtykkja lógina, so hevur lógin um 15 % frádráttin til fiskimenn ikki givið rækjuskipunum nakran fyrimun, tá ið teir bestu menninir kanska hava leitað sær aðrar leiðir.

Heini O. Heinesen sigur seg ikki hava nakað boð upp á, hvussu myndugleikararnir kunnu skapa betri karmar fyri rækju skipini.