Heita á fólk um at klippa vøkstur móti vegi og grannum

- Vit vilja minna á, at tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at tryggja, at vøkstur - trø og runnar - ikki eru til ampa ella vanda fyri onnur

- Summarið er komið, og gróðurin er góður. Trø og runnar eru hjá fleiri farin út á veg og gongubreyt, og í onkrum føri fjala trø ferðsluskeltir. 

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu.

 

Kommunan heitir tí á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gongubreyt, gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum.

 

- Vit vilja minna á, at tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at tryggja, at vøkstur ikki er til ampa ella vanda fyri onnur.

 

Víst verður á, at tað er umráðandi fyri trygd og trivnað, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur.

 

- Trøini skulu klippast heilt inn til mark móti almennum vegi. Um hetta ikki verður gjørt, kann arbeiðið verða gjørt fyri ánarans rokning.

 

Í Vestmnna kommunu vísa tey á, at fólk altíð eiga at virða markið móti einum granna.  

 

- Vøkstur móti grannum skal klippast soleiðis, at hann ikki er til ampa.

 

Lagt verður aftrat, at tað er góður siður, at runnagirðingar ikki eru hægri enn 1,8 metrar.

 

- Men, kunnu tú og grannin semjast, kann hæddin vera tveir metrar. Trø, ið eru fimm metrar frá marki, kunnnu vera upp í sjey metrar.

 

Um heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu - www.vestmanna.fo - sæst nærri kunning um hesi viðurskifti.