Heitari sjógur verri fyri toskastovnin

Fiskiskapurin í Barentshavinum hevur verið betri tey árini, tá miðalhitin hevur ligið um 4 stig heldur enn 3,5 stig Norskir granskarar stúra fyri, at tað fer at ganga út yvir toskin, um sjógvurin í Barentshavinum gerst heitari.

- Tað er tvífalt so sikkurt, at toskurin fer at trívast verri, enn at hann fer at trívast betri.

Tað sigur norski havgranskarin, Knut Sunnanå, við Fiskeribladet.

Herfyri helt hann ein fyrilestur í Arktiska Felagnum í Tromsø, har hann eitt nú skuldi svara spurninginum, um øktur hiti í Barentshavinum fer at merkja, at meira toskur verður at fáa.

Niðurstøðan hjá Knut var, at fer tað at verða verri ? heldur enn, at tað verður betri ? um hitin í Barentshavinum økist.

- Sannlíkindini fyri, at tað verður verri, eru tvífalt so stór sum um, at tað verður betri, legði hann aftrat.

Havgranskarin vísti á tøl sum siga, at sjóvarhitin á leiðini við Kola-hálvoynna hevur verið skiftandi seinastu stívliga 100 árini.

- Miðalhitin í ár 1900 var 3,5 stig, og í 1940 var hann 4 stig. Í 1980 var hann aftur 3,5 stig og 4 stig í ár 2007.

Knut Sunnanå vísti á, at fiskiskapurin hevur verið betri, tá ið miðalhitin hevur ligið um 4 stig heldur enn 3,5 stig.

Havgranskarin hevði ikki hug at taka støðu til, um hitin í Barentshavinum fer at økjast meira, men tosaði heldur um, hvat fer at henda, um hitin fer at økjast.

- Hitin í sjónum er minkaður árini 2007 til 2008, og endurtekur søgan seg, hevði tað verið náttúrligt, um hitin í Barentshavinum lækkar enn meira, segði havgranskarin.