»He´s hiding near Kabul, he loves the Arsenal, Osama oh oh oh...«. Soleiðis syngja tey trúgvu viðhaldsfólkini hjá Arsenal. Lagið til sangin er hitt væl kenda italska lagið »Volare«. Vit skrúva tíðina aftur til mars 1994. Vit eru í tíðini áðrenn poleraði fótbólturin hjá Wenger hevur gjørt innrás á Highbury. Skotin George Graham er venjari hjá Arsenal. Arsenal spælir ímóti italsku Torino í einari kapping, sum nú ikki er til longur, Evropa Cup-kappingini fyri steypavinnarar. Arsenal vinnur 1-0, og vinnur seg heilt til finaluna, sum teir eisini vinna 1-0, ímóti italsku Parma.
Troyggju til sonin
Adam Robinson hevur skrivað bókina: »Bin Laden, Behind the Mask of the Terrorist«. Hann skrivar um tann fyrsta evropeiska toppdystin, sum fólk meina Osama Bin Laden hugdi eftir. Eftir tí, sum Robinson hevur funnið fram til, var Osama Bin Laden ikki so hugtikin av fótbóltsspælinum, men hann var ógvuliga hugtikin av Arsenal-viðhaldsfjøldini, sum stuðlaðu sínum liði av øllum alvi. Bin Laden kom aftur á Highbury fyri at síggja Arsenal sigra á Paris Saint Germain. Eitt atgongumerki til júst hendan dystin var millum lutirnar, sum amerikonsku hermennirnir funnu í helluni hjá Osama Bin Laden í Tora Bora-fjøllunum í Afganistan. Nøkur fólk, sum hugdu eftir dystum á Highbury frá klokku-síðuni, »The Clock End« siga seg minnast at hava sæð Bin Laden hugt eftir fýra dystum hjá Arsenal í 1994. Søgurnar ganga eisini, at hann keypti eina Arsenal-troyggju til tann tá 15 ára gamla sonin, Abdullah.
Arsenal váttar ikki
Alment vil Arsenal ikki verða við til at vátta søgurnar um, at Bin Laden er sæddur á Highbury. Leiðslan hjá Arsenal sigur seg ikki hava viðmerkingar til leysasøgur. Tó skal tað verða heilt vist, at trygdarfólk hjá Arsenal hava hugt eftir upptøkum frá trygdar-sjóngáum fyri at finna upptøkur har Osama situr millum áskoðarnar í »The Clock End«. Men hesir hava ikki funnið nakrar upptøkur av Osama millum Arsenal-áskoðarafjøldina. Fleiri Arsenal-viðhaldsfólk hava tó valt at spæla uppá søguna við einum sjálvspeiskum stoltleika, har sungið verður, at »Osama is a Gooner«. Tann mest sjálvspeiska viðmerkingin er, »At nú er heimavøllurin hjá Arsenal so ikki eitt bumbumál.« Men eingin klárar at koma við einari mynd, ella einum prógvi um, at Osama Bin Laden hevur verið á Highbury. Granskarar er tó samdir um eitt. Osama Bin Laden dámar væl fótbólt. Tá Osama var ein 14-15 ára gamal skúladrongur í saudiarabiska býnum, Jeddah plagdi hann og javnaldrarnir ofta at spæla fótbólt. Tá Bin Laden var stórur og sterkur, so hendi tað ofta, at hann leikti afturi í verjuni. Granskarar eru tó samdir um, at hevur Osama verið til dyst hjá Highbury, so hevur hann ikki verið tað síðani 1994. Og hevur hann soleiðis ikki havt høvi at síggja tann vakra, offensiva fótbóltin hjá Arsene Wenger. Um hann also ikki hevur havt høvið at síggja tað á onkrari sjónvarpsrás.