Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur í dag á skránni uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at lata útróðrarbátum í bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026.
Orsøkin er, at bátarnir væntandi fara at hava brúkt allar sínar fiskidagar innan stutta tíð. Við teimum 750 eyka døgunum skulu teir fáa møguleika at halda fram við vinnuligum fiskiskapi longur út á árið.
Men uppskotið hevur fingið sera kaldliga móttøku í hoyringini.
Landsstýrismaðurin staðfestir sjálvur í lógaruppskotinum, at flestu hoyringspartarnir mæla frá. Millum atfinningarnar eru, at uppskotið víkir frá galdandi umsitingarætlan og veiðireglu, økir veiðitrýstið á botnfiskastovnarnar og kann seta MSC-góðkenningina í vanda.
Havstovan: Toskurin tolir ikki størri veiðitrýst
Havstovan mælir beinleiðis frá at lata teir 750 eyka fiskidagarnar.
Stovnurin vísir á, at toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið illa fyri í nógv ár. Gýtingarstovnurin er framvegis undir ásetta lágmarkinum, meðan veiðilutfallið er oman fyri hámarkið í veiðiregluni.
Niðurstøðan hjá Havstovuni er tí, at veiðitrýstið ikki eigur at verða økt.
Havstovan ávarar eisini um, at eyka fiskidagarnir kunnu fáa avleiðingar fyri eftirmetingina hjá ICES. Verður tað torførari hjá ICES at góðtaka føroysku umsitingarætlanina sum burðardygga, kann tað aftur fáa týdning fyri MSC-góðkenningina.
Hetta kann hava stóran búskaparligan týdning. Sambært lógaruppskotinum er MSC-góðkenningin við til at tryggja føroyskum fiski atgongd til útflutningsmarknaðir, sum geva betri prís. Myndugleikarnir eru longu gjørdir varugir við, at verða umsitingarætlanin og veiðireglan ikki eftirmett innan næsta MSC-eftirlitið í desember, kunnu Føroyar missa góðkenningarnar fyri fiskiskapin eftir upsa og hýsu.
10 prosent av toskinum
Bátarnir í bólki 5 B avreiddu í fjør 1.066 tons av toski av Landgrunninum. Tað svaraði til góð 10 prosent av samlaðu toskaavreiðingunum.
Harumframt vísa skrásetingar sambært uppskotinum, at bátar í bólki 5 avreiða lutfalsliga meira av smáum fiski enn aðrir bólkar í fiskidagaskipanini.
Ráfiskakeypararnir staðiliga ímóti
Føroya Ráfiskakeyparafelag, sum skal á fund við Vinnunevndina klokkan 10.15 í dag, mælir staðiliga frá, at uppskotið verður samtykt í verandi líki.
Felagið heldur, at politisk undantøk frá umsitingarætlanini kunnu vikna álitið á bæði fiskidagaskipanina og føroysku fiskivinnuumsitingina.
Felagið ávarar eisini um, at tað kann fáa álvarsligar búskaparligar avleiðingar fyri alla virðisketuna, um MSC-góðkenningin verður sett í váða fyri at loysa ein stutttíðar trupulleika hjá einum einstøkum skipabólki.
Føroya Reiðarafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Meginfelag Útróðrarmanna, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Ráfiskaseljarafelag eru eisini ímóti uppskotinum.
Hinvegin tekur Suðurstreymoyar Útróðrarfelag undir við tí. Felagið metir, at teir 750 eyka dagarnir fara at geva eina eyka veiðu upp á umleið 330 tons.
Landsstýrismaðurin heldur fast
Hóast mótstøðuna heldur Bárður á Steig Nielsen fast við uppskotið.
Hann vísir á, at talan er um eina serliga og tíðaravmarkaða loysn, sum bert skal galda í 2026. Samstundis heldur arbeiðið fram við at eftirmeta treytirnar hjá bólki 5 og sjálva umsitingarætlanina og veiðiregluna. fiskidagar.pdfPDF
Á nevndarfundinum í dag kemur Føroya Ráfiskakeyparafelag inn klokkan 10.15. Klokkan 10.35 kemur landsstýrismaðurin saman við Vørn, og klokkan 10.55 kemur hann aftur á fund saman við Havstovuni.











