Í 17 ár hevur hann verið virkin í nevnd hjá Ítróttarsambandi Føroya, og seinastu tvey árini hevur hann verið forseti í felagsskapinum, sum varðar av føroyskum ítrótti.
Petur Elias Petersen úr Sandavági var herfyri afturvaldur sum forseti farna, og hann trívist væl í leiklutinum sum fremsta umboð hjá føroyskum ítrótti.
- Mær hevur altíð dámt at verið við, har tað hendir, og eg havi áhuga fyri ítrótti. Eg var ikki nakar serliga góður íðkari, og tí valdi eg heldur at fara í nevnd – har riggaði betur hjá mær, sigur Petur Elias Petersen.
Og hann hevur arbeitt nógv í nevndum – bæði í Sandavágs Ítróttarfelag, Hondbóltssambandinum, Róðrarsambandinum og seinastu árini í Ítróttarsambandinum.
- Tað eru nógvar smáar og størri uppgávur sum forseti í Ítróttarsambandinum. Tað er nógv samskifti við fólk og felagsskapir heima og burturi, vit royna at arbeiða politiskt og ávirka mál, og vit skulu eisini hugsa um at flyta ítróttin og ítróttarfelagskapin skilagott fram á leið, sigur Petur Elias.
Mugu betra og byggja út
Petur Elias Petersen heldur, at føroyskur ítróttur støðugt stendur fyri stórum avbjóðingum – eisini hóast summi fólk vísa á, at ítrótturin er so nógv betur fyri við fasilitetum enn annað frítíðar- og mentanarvirksemi.
- Ítrótturin hevur hampuliga góðar umstøður, men vit ynskja tær betri. Alt arbeiðið innan ítrótt er sjálvboðið, og tað liggur eitt sera stórt virði í hesum fyri alt samfelagið – eisini tá ið vit tosa um heilsu og fyribyrging av sjúkum, sigur Petur Elias Petersen.
- Tað mangla høllir, vallir og aðrir fasilitetir fleiri staðni kring landið, og vit royna allatíðina at virka fyri, at umstøðurnar verða betraðar. Vit royna at vísa bæði lands- og kommunupolitikarum á, at tað er sera týdningarmikið, at umstøðurnar hjá ítróttinum eru góðar, so at fólk sleppa at íðka ítrótt, tá ið tey hava hug til tað og tørv fyri tí, sigur hann.
- Vansin við, at fasilitetirnir ikki eru góðir, er, at vit ikki fáa børn og ung upp í ítrótt. Summa staðni er vansin, at tað heilt einfalt ikki er pláss fyri øllum á vølli, í høll ella í hyli til dømis, og ein annar vansi er eisini, at vit kunnu missa fólk burturav teimum virknu ítróttafólkunum, tí umstøðurnar ikki eru nóg góðar.
Á veg til Bermunda
Oyggjaleikirnir fylla nógv í føroyskum ítrótti, og tað er eisini nakað, sum ÍSF forsetin brúkar nógva tíð til. Nógvar fyrireikingar skulu gerast til leikirnar, og ÍSF er í miðdeplinum, hóast sersambond, einstakir leiðarar og ítróttarfólk taka eitt stórt tak hvør sær.
Í 2013 verða Oyggjaleikinir hildir á Bermuda, og tað er langur teinur hjá føroyskum ítróttarfólki at ferðast.
- Vit hava í longri tíð vitað, at hesir leikinir fóru at verða ein stór avbjóðing hjá okkum. Tað er langt at ferðast, og tað er kostnaðarmikið. Vandin var, at føroyska oyggjaleikaliðið varð sera skert til hesar leikirnar, og kanska bara 30-40 fólk fóru avstað, men nú sær betur út við tí, sigur Petur Elias Petersen.
Hann sipar í hesum føri til, at landið hevur latið eina millión krónur til føroysku luttøkuna á Oyggjaleikunum í 2013, og tað munar sera væl í samlaða projektinum.
- Nú hevur landið hjálpt okkum sera væl, og hetta ger, at tað verður møguligt at senda eini 100 ítróttarfólk avstað til Bermuda. Føroyar vilja hýsa leikunum um nøkur ár, og tí hevur tað sera stóran týdning, at vit eisini luttaka í einum sterkum og væl mannaðum liði á Bermuda. Nógvar aðrar oyggjar fara nevniliga at uppliva tað sama, tá ið leikirnir verða í Føroyum – at tað er langt og dýrt at ferðast – og tí mugu vit ganga undan og verða ein fyrimynd.
- Harafturat er eisini eitt signalvirði í tí, at vit megna at bera ein kostnað á 3 milliónir krónur fyri luttøkuna á Bermuda, tí tað fer at kosta okkum einar 15 milliónir sum land at hýsa Oyggjaleikunum.
Ítróttarsambandið arbeiðir í løtuni við at fáa Atlantsflog at flúgva føroysku ítróttarfólkini til Bermuda. Ferðin er drúgv, men ætlanin er, at alt tað føroyska ferðalagið ferðast við føroyskum flúgvara alla leiðina til Bermuda og heimaftur.
Hetlendingar og grønlendingar hava víst áhuga fyri at flúgva saman við føroyska ferðalagnum, men sum støðan er í løtuni er mest sannlíkt, at føroyingar fylla eitt flogfar, og so verður tað upp til grønlendingar og hetlendingar at taka sær av einum flogfari.
Útvendur persónur
Petur Elias Petersen er nú afturvaldur til eitt nýtt tvey ára skeið sum ítróttarforseti, og hann trívist í álitissessinum.
- Mær dámar væl at verða við og hjálpa, og eg føli, at eg geri mun í hesum leiklutinum. Eg fái ikki pengar burtur úr hesum, men mær dámar væl at taka eitt tak á hendan hátt, og eg fái nógvar góðar upplivingar burturúr.
- Eg eri ein útvendur persónur, og tí havi eg ongar trupulleikar við at verða eitt umboð fyri ítróttin bæði her á landi og uttanlands. Tað krevur sjálvandi nakað av mær, av familjuni og av mínum arbeiðsplássi, men við vælvild frá øllum, ber tað til.
- Fólk hava eina góða og positiva fatan av ítrótti í Føroyum, og fólk halda, at tað er nakað týdningarmikið fyri okkara ungdóm, so at tey ungu hava nakað at fara til og ganga uppí, sigur Petur Elias Petersen.
----
Eingin tikin fyri doping
Í fjør vórðu 12 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum. Seks royndir vórðu tiknar av mannligum fótbóltsspælarum og seks av kvinnuligum hondbóltsspælarum. Helvtin av royndunum vóru tiknar undir venjing og hin helvtin varð tikin eftir dyst. Allar royndirnar vóru negativar, t.v.s. at ongin farvegur av ólógligum stimbrandi evnum varð funnin.
Síðani ÍSF gjørdi avtalu við Anti Doping Danmark í 2003, eru nú yvir 200 royndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum, og enn er ongin tikin fyri at hava tikið ólóglig stimbrandi evni.
- Vit gera fyribyrgjandi arbeiði ímóti doping bæði við at upplýsa og við at kanna ítróttarfólk, og enn er so einki føroyskt ítróttarfólk tikið fyri doping, sigur Petur Elias Petersen.
---
Fakta
Navn: Petur Elias Petersen
Aldur: 46 ár
Heimstaður: Sandavágur
Bústaður: Havn
Útbúgving: Skrivstovumaður
Starv: Dagligur leiðari í Tryggingarfelagi Føroyar
Familja: Giftur og eigur 3 børn
ÍSF: Nevndarlimur síðani 1995, forseti síðani 2010