- Heldur tálma rakstrinum

- Skal man tálma, so skal tað ikki vera í íløgum, tí tær koma og fara, men rakstur hevur tendens til at vaksa, sigur Anfinn Kallsberg, ið sigur seg sakna politiskt medvit hjá fíggajrmálaráðharranum

POLITIKKUR




Anfinn Kallsberg er formaður í fíggjarnevndini og fyrrverandi formaður Fólkafloksins.

Hann segði seg ikki hava lisið kronikkina hjá Laksáfoss, tá Sosialurin ringdi til hansara fyrrapartin, men eftir at hava fingið hana endurgivna, sigur fíggjarnevndarformaðurin, at Magni Laksáfoss hevur havt okkurt líknandi uppskot á samgongufundi.

Anfinn Kallsberg sigur seg tó sakna politiskt medvit hjá landsstýrismanninum, tí tað er ikki bara ein floksideologi, ið kemur í eina fíggjarlóg.

- Fólkaflokkurin var heitur fyri skattalættum, og aðrir vildu hava samhaldsfasta, so tað er ein politiskur veruleiki, sigur Anfinn Kallsberg.

Fíggjarnevndarformaðurin heldur, at tað er týdningarmikið at tálma rakstrarútreiðslunum á fíggjarlógina, og vísir á, at vit eru farin frá 100 til 200 milliónum um árið á hesum øki.

- Skal man tálma, so skal tað ikki vera í íløgum, tí tær koma og fara, men rakstur hevur tendens til at vaksa, sigur Anfinn Kallsberg.

Viðvíkjandi tunli til Sandoynna, sigur fólkafloksmaðurin, at at við at gera hesa íløguna spara vit rakstrarútreiðslur á hesari farleið.

- Skopunarfjørður byrjar at líkjast Leirvíksfirði, har tvey skip sigldu ta seinastu tíðina, sigur Anfinn Kalsberg, sum heldur at júst hetta er ein orsøk til at gera ein tunnil.



Kapping um sjómenn og skatt


Viðvíkjandi sjómannafrádrátti sigur Anfinn Kallsberg, at flestu lond hava sjómannaskatt, og sambært honum hevur Noreg eina betri skipan enn Føroyar. Tað sama er galdandi í off shore-vinnuni.

- Tí er neyðugt at kappast við onnur lond á hesum økinum, sigur Anfinn Kallsberg, ið sigur seg óttast at sjómenn fara at flyta av landinum og gjalda skatt aðrastaðni, um hendan skipan verður avtikin.

Anfinn Kallberg hevur tó eingi konkret svar, tá hann verður spurdur, hvørji boð hann hevur upp á at tálma rakstrarútreiðslurnar.

- Lat okkum nú síggja, sigur hann og sipar til ta komandi telvingina í Tinginum um fíggjarlógina.

Anfinn Kallsberg heldur, at Magni Laksáfoss hevur eina spennandi uppgávu framman fyri sær, men vísir á, at Magni Laksáfoss orðar seg seg sum ein fakmaður í politiska orðaskiftinum.