? Eg eri framvegis bjartskygd.
Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, hevur ikki mist mótið aftaná fundin við serlæknarnar týsdagin.
Sum nevnt í greinini omanfyri, vilja serlæknarnir framvegis ikki taka lut í arbeiðnum at skipa leiðsluna á Landssjúkrahúsinum eftir tí leisti, sum Helena Dam á Neysta bø, hevur skorið.
Men Helena Dam á Neystabø sigur, at hon hevur sett sær fyri at loysa málið og tað stendur við. Og hon væntar framvegis, at tað fer at bera til at finna eina loysn á ósemjuni, sum øll verða nøgd við. Hon vísir á, at Landssjúkrahúsið er eitt ómetaliga fjøltáttað arbeiðspláss við yvir 680 starvsfólkum, sum arbeiða eftir 28 ymsum sáttmálum.
? Og á einum so stórum arbeiðsplássi sigur tað seg sjálvt, at tað er neyðugt at hava ein greiðan leiðslubygnað. Hetta er eitt mál, sum fleiri landsstýrið hava drigist við og enntá skumpa undan sær, sigur Helena Dam á Neystabø. Men tíverri gongur tað ikki so skjótt, sum hon hevði vónað.
Tað, at læknarnir taka so harðliga til orðanna ímóti tí bygnaði, sum ætlanin er at seta í verk, heldur hon er natúrligt.
? Í fakfelagsligum stríði leggja fakfeløg ofta harðliga fyri,tá ið tey skulu verja síni rættindi, sigur Helena Dam á Neystabø.
Meiri heldur hon ikki liggur í orðunum um álitiskreppu, tí á fundi ímillum partarnar er tónlagið eitt heilt annað og nógv betri.
Og hon skilir væl, at teir eisini leggja trýst á fyri at finna eina loysn nú.
? Eg hevði bara vóna, at teir vildu vera við til at stinga út í kortið, hvussu leiðslan niðri á deildunum skal skipast.
Merkir hetta, at tað nú kann koma uppá tal at seta eina leiðsluskipan í verk, uttanum læknarnar?
?Tað havi eg onga viðmerking til. Men læknarnir hava gjørt síni sjónarmið greið og tey eru tikin við í metingunum fyri tað víðari arbeiði.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað hevur verið ógvuliga oyðileggjandi fyri allar partar á Landssjúkrahúsinum, at tað hava gingið so nógv ár at fáa leiðsluviðurskiftini í rættlag.
Men hon væntar framvegis, at tað fer at eydnast at finna ein bygnað á deildunum, sum allar partar kunnu góðtaka.
Og hon væntar heldur ikki, at tað fer at taka eitt, kanska tvey ár, sum formaðurin í serlæknafelagnum stúrir fyri í greinini omanfyri.
Nógv uppskot eru frammi, men nú ræður um ikki at elva til meiri stríð, so hon sigur onki um tað.
Men fyri at vera við í samráðingunum um leiðsluviðurskiftini á deildunum, krevja serlæknarnir, at setanin av sjúkrasystrastjóranum verður tikin aftur?
? Tað málið er ikki partur av samskiftinum við fakfeløgini. Tann avgerðin er tikin og avgreitt eftir galdandi reglum og setanin er ein partur av samráðingum, sum vóru frammanundan.
Og tað kann ikki koma uppá tal at taka setanina aftur.
? Læknarnir treytað sær at teir fáa ein bygnað á deildunum, sum teir kunnu góðtaka, og tað vænti eg eisini, at vit fáa, sigur Helena Dam á Neystabø.
Var tað rætt at seta sjúkrasystrastjóran, áðrenn læknastjórin var settur, tí báðir stjórarnir eru partur í eini heild?
Til hetta svarar Helena Dam á Neystabø, at hon helt, at viðurskiftini við serlæknarnar vóru so greið, at tað eisini kundi søkjast eftir læknastjóra.
Men so tóku teir eina aðra støðu og blokeraðu starvið sum læknastjóra og at tað tí ikki kundi lýsast eftir læknastjóranum.