Helgi og liðfelagarnir taptu á útivølli

Kristiansand mátti lúta fyri Bergen á útivølli

Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand ferðaðust í dag úr Suðurlandi Noregs fyri at spæla dyst móti Bergen í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Bergen vann dystin 30-27. Í steðginum var Bergen á odda 14-11. 

 

Støðan var 7-7 tá 16 minuttir vóru farnir av dystinum. Eftir tað legði Bergen seg á odda, og teir høvdu leiðsluna restina av dystinum. 

 

Tá seks minuttir vóru eftir av dystinum var Bergen á odda 28-21. 

 

Helgi skoraði tvey mál. 

 

Kristiansand hevur tvey stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.