Helst líka frægt eg onki visti

Finnur Helmsdal harmast um avgerðina, Karsten Hansen nú hevur tikið. – Eg visti ikki, at hetta fór at vera avleiðingin, men tað er kanska eisini líka frægt, at eg ikki visti nakað um tað, sigur hann

Finnur Helmsdal var, saman við Annitu á Fríðriksmørk, uppskotsstillari í málinum, sum nú er orsøk til, at Karsten Hansen hevur tikið seg úr Tjóðveldisflokkinum. Hann harmast um avgerðina, sum hansara nú fyrrverandi partamaður hevur tikið um at fara úr flokkinum.
– Eg havi saman við Annitu lagt uppskotið fram, og tað síggi eg onki skeivt í. Men eg harmist um avgerðina hjá Karsteni. Vit kundu ikki vitað, at hetta fór at verða avleiðingin, sigur Finnur Helmsdal, og leggur so aftrat, at tað var kanska líka frægt, at hann ikki visti nakað um tað.
Spurdur um hann harvið sigur, at hann ikki hevði lagt uppskotið fram, um hann visti at Karsten Hansen legði frá sær, um uppskotið kom ígjøgnum, svarar Finnur og sigur, at so er ikki.