Smástjørnan, sum hevur fingið navnið "2024 YR4", varð funnin seinast í desember í fjør og hevur síðan verið fylgd neyvt av evropeiska rúmdarstovninum, ESA. Sambært stovninum er 1,2 prosent møguleiki fyri, at stjørnan rakar jørðina hin 22. desember í 2032.
Hetta merkir, at tað er nærum 99 prosent møguleiki fyri, at smástjørnan ikki rakar jørðina.
Professarin á Universitetinum í Bergen, Kjellmar Oksavik, sum stendur á odda fyri einum sonevndum rúmdarbólki, vísir á, at mátingar bert hava verið gjørdar í ein mánað, og tí er nakað tíðliga enn at siga, hvør ferðin hjá stjørnuni - "2024 YR4" - er.
Sagt verður annars um smástjørnuna, sum kann raka jørðina um sjey ár, at hon hevur eitt tvørmát á 50 til 100 metrar - ella sum ein hampiligur íbúðarbygningur.
Evropeiski rúmdarstovnurin, ESA, veit at siga, at í miðal ganga tað nøkur túsund ár ímillum, at ein smástjørna av hesi støddini rakar jørðina.
- Ringrásin hjá smástjørnuni er tætt við Ekvator, og skuldi hon rakt, er størsti møguleikin, at hon fer í havið, tí tað er meira hav enn land á jørðini. Eisini eru fleiri óbygd øki enn bygd øki, sigur Kjellmar Oksavik, professari, sum heldur, at eingin orsøk er at missa svøvnin fyribils.
Tað er www.tv2.no ið ber hesi tíðindi, sum fleiri aðrir útlendskir miðlar eisini bera.